HEIM
22.04.2018

Flaggdagshald – umframt ódnartøk og steypadyst

Flaggdagshaldið verður uttan fyri Skótahúsið við Løkin 25. apríl kl. 14.00. Um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið. Ítróttafólk og skótar verða biðin um at møta 13.30 við Skúlan við Løkin.

Aksel V. Johannessen, løgmaður, heldur røðu, skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum og skótarnir skipa fyri kondibingo. Kostnaður 10,- kr. fyri hvørja plátu.

Eftir flagsdagshaldið verða ÓDNARTØK kl. 15.30 í Runavík og dystur í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÍ og AB kl. 17.00 við Løkin.