HEIM
Lurta
09.11.2020

Fjøruvegurin og Talgildu Føroyar

Fjøruvegurin er gamalt mál, og hevur í áravís verið í viðgerð millum Runavíkar kommunu og fleiri landsstýrismenn. Fyri kortum samdust Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen um eina loysn á málinum, men semjan var sjálvandi treytað av, at Runavíkar býráð og Føroya løgting tóku undir við henni. Á býráðsfundinum seinasta hóskvøld – 05.11.20 – tók býráðið undir við einari tilráðing frá fíggjarnevndini, sum mælti til at veita borgarstjóranum heimild, vegna Runavíkar kommunu, at undirskriva avtalu um gerð og fígging av nýggjum Fjøruvegi.

Fjøruvegurin verður ein kommunal loysn. Landið veitir 55 milliónir krónur í stuðuli til ætlanina, sum er mett at kosta 95-99 mió. kr. Hetta er teinurin frá tunnilsmunnanum - framvið havnalagnum - og inn í landsvegin omanfyri Bakkafrost á Glyvrum. Sett er av til Fjøruvegin í uppskotinum til Løgtingsfíggjarlóg fyri 2021.

Á fundi í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi í morgun, skrivaðu landsstýrismaðurin og borgarstjórin undir avtaluna, sum nú fer niðan í tingið, sum grund undir einum løgtingslógaruppskoti um sama mál.

Talgildu Føroyar
Á sama fundi skrivaðu Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen undir avtalu, sum ber við sær, at Runavíkar kommuna nú gerst partur av Talgildu Føroyum. Á býráðsfundi 24. september og aftur hin 5. november hevur býráðið samtykt eina eykajáttan á 2,03 milliónir krónur, sum er kostnaðurin fyri at gerast partur av Talgildu Føroyum.