HEIM
29.09.2020

Fjørðuvegurin syftur um stokkin

Mong hava av góðum grundum bíðað alt ov leingi eftir eini loysn á, hvussu undirstøðan skal skipast - til og frá tunnilsmunnanum í Rókini – eftir at Eysturoyartunnilin verður latin upp fyri almennari ferðslu um nakrar mánaðir. Á manna munni gongur loysnin undir heitinum Fjørðuvegurin – og nú er ein politisk loysn umsíðir funnin á málinum eftir tógvið og drúgt stríð. Á fundi í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi, miðvikudagin fyri lítlari viku síðani, samdust Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst landsstýrismaður í fíggjar- og samferðslumálum og borgarstjóri í Runavíkar kommunu, eftir at hava tingast einsamallir við embætisfólki, í tríggjar tímar, um eina politiska/fíggjarliga loysn á málinum um Fjørðuvegin. Innkomuvegin eystanfyri við Skálafjørðin.

Ætlaða loysnin, sum í hesum døgum verður neyvætlað á tekniborðum, er mett at kosta onkustaðni millum 90 og 100 milliónir krónur. Partarnir eru samdir um at býta kostnaðin soleiðis, at Løgtingið yvir 4 ár letur 55 milliónir krónur (incl. tær 11 mió. kr. játtaðar og C-krøktar í 2020) til verkætlanina, ið verður framd í verki sum ein kommunal ætlan. Annars hevur Løgtingið, árini frammanundan, latið nakrar milliónir krónur til fyrireikingarnar, sum higartil eru gjørdar í málinum – m.a. eina skitsuverkætlan.

Nú Fjørðuvegurin er syftur inn um stokkin, kann staðfestast, at hendan verkætlanin gjørdist ein tungur burður. Leingi rakst tunnilin undir Tangafirði sum tongul í brimi í politisku skipanini, men so hendi tað, hin 12. februar í 2014, at táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði fram á ting løgtingsmál no. 77/2013: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy. Lógin fevndi bert um ein tunnil fyri okkara viðkomandi, tí lá tað líkasum í kortunum, at stríð fór at taka seg upp um undirstøðuna til og frá tunnilsmunnanum í Rókini. 10. apríl í 2014 samtyktu 30 av 30 møttum tingmonnum at farast skuldi undir Eystur- og Sandoyartunlarnar.

Málið um Fjørðuvegin syftist eftir tað ímillum væmingar og vaggandi gjálv, trupult var at fáa landspolitisku skipanina at skilja áneyðirnar at finna og fáa eina loysn, og játtanirnar til fyrireikingarnar fingust allar til vega, eftir nógv og stríggið samskifti, umvegis Løgtingið og ikki Landsstýrið.

Eftir stjórnarskiftið í Tinganesi, fyri góðum ári síðan, var faðirin at tunnilsuppskotinum í 2014, Jørgen Niclasen, setstur aftur á ministarataburettina í fíggjarmálaráðnum, - og nú var hann hartil vorðin samferðslumálaráðharri. Nú kom av álvara glið á málið, og fyrst í desember mánaði í fjør, var landsstýrismaðurin á almennari vitjan í Runavíkar kommunu, har hann varð kunnaður, og gjørdi seg kunnaðan, um álvaran í støðuni og áneyðirnar fyri at finna eina brúkiliga loysn ferðsluni viðvíkjandi.

Samskiftið síðan hevur alt meiri borið á tað borðið, at bara ein rein politisk loysn kundi finnast á fíggjarspurninginum – og tað brast av álvara fyri nevi á fundinum í Sjó- og Vektarbúðini fyri lítlari viku síðan, har menn gjørdust samdir um eitt býti, sum sjálvandi, eftirfylgjandi, skal viðgerast á Føroya løgtingi og í Runavíkar býráð.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur longu boðað borgarstjóranum í Runavíkar kommunu frá, at semjan teirra millum er feld inn í uppskotið til løgtingsfíggjarlóg/2021, sum verður almenn í morgin – eina viku eftir at semja varð funnin partanna millum.

Vónandi fer munnliga semjan – sum helt – at fáa góða viðferð í øllum viðkomandi fora, soleiðis, at Runavíkar kommuna kann fara undir at fremja verkætlanina um Fjørðuvegin í verki sum skjótast.

Við hesum takka vit landsstýrinum og ikki minst landsstýrismanninum fyri sera gott samstarv - í royndini at finna semju í einum drúgvum og truplum máli.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri