HEIM
05.03.2018

Filmar í Løkshøll

Tóff – Tórshavn Film Festival er á ferð, og vitjar í Løkshøll. Tríggir av teimum fimm norðurlendsku filmunum, sum vóru innstillaðir til Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins verða vístir.

Fyrsti filmurin, Samablóð, var sunnudagin. Annar filmurin í hesum umfarinum er Flugufangarin (Noreg) og verður vístur í kvøld kl. 19.30.

Triði filmurin, Little Wing (Finnland) verður vístur týskvøldið 6. mars kl. 19.30.

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar og á loksholl.fo