HEIM
12.10.2018

Faroexpo verður 24. – 26. oktober

Aftur í ár er ráðstevnan á skránni, har evnið er “Vinna & Vælferð”. Ráðstevnan verður í Løkshøll fríggjadagin 26. oktober kl. 13.00 – 17.00. 

Heitið leggur upp til at viðgera, hvussu vit kunna skapa nýggjar vinnur og virðisøking í verandi vinnu. Hetta fyri at vælferðarsamfelagið skal megna at halda núverandi støði og væl tað í nógv ár fram. Fokus verður í stuttum á, hvussu vit kunna tryggja virðisvøkstur í føroyska samfelagnum eina fjórðings øld fram.

Ráðstevnan verður býtt upp í tveir partar:

Fyrri parturin av ráðstevnuni eru fyrilestrar, har evnið Vinna & Vælferð verður lýst við fýra fyrilestrum:

  • Innovatión í virðisketuni av fiskatilfeinginum – hvat skal til?
    - Sveinn Margeirsson, stjóri í Matis og doktari í ídnaðarverkfrøði
  • Lønandi nýtsla av avskurði frá fiski – nú og í framtíðini
    - Ragnar Ludvig Olsen
  • Mega trends og lítlu Føroyar
    - Jan Ziskasen
  • Alternativar hugleiðingar um evnið
    - Jákup Veyhe

Seinni parturin er pallborð og eitt áhugavert kjak.

Í pallborðinum skulu Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal, Bárður á Steig Nielsen og Jørgen Niclasen svara, hvussu teir ímynda sær eitt framtíðar Føroyar, tá ið tað snýr seg um at skapa vinnuliga virðisøking og framtíðar trygging av vælferðarsamfelagnum. Skal vælferðin fíggjast við hægri avgjøldum ella sær man fyri sær vøkstur á annan hátt?
Uni Holm Johannesen verður orðstýrari. Ráðstevnu luttakararnir fáa sjálvsagt høvi at luttaka í kjakinum.

Les meira um Faroexpo á heimasíðu teirra.