HEIM
17.03.2020

Faroe Origin heldur stiminum uppi

Á leið 235 fólk starvast dagliga hjá Faroe Origin, sum eigur flakavirkið í Saltangará, saltfiskavirki á Toftum og trý pør av togarum. Hesir eru Heykur og Falkur, Stelkur og Bakur – og Rókur og Lerkur. 120 fólk starvast á virkinum í Heiðunum, 40 á Toftum og 75 mans manna skipini hjá felagnum.

Skipini, nevnd omanfyri, veiddu áleið 11.500 tons í fjør. 8.400 tons av upsa, 1.000 tons av toski, 700 tons av longu og 1.400 tons av kongafiski, hýsu, svartkalva og øðrum fiskasløgum. Hartil skal nevnast, at skipini, sum eru í bólki 2, eisini høvdu eina makrelkvotu í 2019.

Tað nógva av upsanum var framleiddur á virkinum í Saltangará, meðan toskurin og longan vóru løgd í salt á virkinum á Toftum. Felagið keypti nakað av rávøru – tosk og longu - á Fiskamarknaðinum, til virkið á Toftum, soleiðis, at samlaða nøgdin, sum varð virkað i fjør, lá um 3 túsund tons.

Marknaðurin fyri upsa er skiftandi sum aðrir marknaðir, kortini hevur eftirspurningurin verið vaksandi hetta seinasta árið. T.v.s. at eftirspurningurin eftir upsa hevur verið nakað størri enn útboðið, tí hevur ein ávísur prísvøkstur verið, og tað fegnast tey sum vera man um á virkinum. Allur bati bøtur, hóast tað hevði verið ynskiligt við hægri prísum, nú upsafiskiskapurin er lakari enn hann hevur verið nakað ár í heili 23 ár. Í fjør var samlaða upsaveiðan í Føroyum áleið 18.500 tons. Hinvegin hevur veiðan eftir toski og hýsu verið fyri uppgangandi hesi seinastu tvey árini, tað hjálpir, serliga línuskipum, útróðrarbátum og smærru trolarunum.

Jens Pauli Petersen, stjóri, greiðir frá, at eitt par var inni og landaði í gjár. Heykur og Falkur. Teir høvdu 730 kør, sum svarar til 410 túsund pund. Meginparturin av veiðuni var upsi.

Vit hava hitt leiðsluna á virkinum fyri at frætta, hvussu hesin parturin av vinnuni hevur tað í hesum COVID-19 døgum. Jens Pauli sigur, sum øll vita, at samfelagið í stóran mun liggur lamið, men so leggur hann afturat: ”Vit hava tó valt at hava hjólini koyrandi, og gera tað so leingi vit kunna. Enn eru øll skipini til fiskiskap og framleiðslan á báðum virkjunum er í gongd, tó við heldur minni kapasiteti enn vit høvdu ynskt.”

Hann heldur fram: ”Vit fylgja tilráðingunum frá mynduleikunum so frægt vit kunna og røkka. Nevnast skal eisini, at vit eru serstakliga glað fyri tað góða samstarv, sum vit føla at vit hava við báðar kommunurnar, vit virka í. Eg kann t.d. nevna, at vit vóru boðin við til fundar hjá Runavíkar kommunu fríggjadagin í farnu viku í sambandi við tiltøkini, sum kommunan tá hevði í hyggju at seta í verk, fyri at minka um smittuvandan millum sínar borgarar. Vit sum vinna blivu hoyrd, áðrenn hesi tiltøk blivu sett í verk, soleiðis, at tey ikki raktu harðari enn neyðugt.”

Jens Pauli leggur afturat, at tey hava kunnað starvsfólkini um hvussu tey skulu fyrihalda seg, og hvørjar mannagongdir skulu fylgjast fyri at halda maksimala verju ímóti møguligari smittu. Persónligt reinføri er helst tað mest týdningarmesta í hesum sambandi, - at vit vaska hendur, spritta hendur, halda frástøðu frá hvørjum øðrum o.s.fr. Hann greiðir eisini frá, at tey hava steðgað allari borðreiðing í felagskantinuni fyribils í 14 dagar, og fólk mega harvið hava egnan matpakka við – sum var vanligt í gomlum døgum. Øll hava fingið boð um, at kenna tey seg sjúk og kropshitin er hægri enn vanligt, skulu tey ikki koma til arbeiðis á virkjunum hjá Faroe Origin.

Tað er trupult at taka dagar ímillum, hvat ið fer at henda næstu dagarnar og vikurnar, men leiðslan á virkinum vónar, at tey ikki koma undir so stórt hóttafall, at virksemið heldur uppat fyri eina tíð.

Spurdur hvørjar metingar stjórin hevur gjørt sær um árið 2020, svarar Jens Pauli Petersen: ”Hetta er nokk ikki rætta løtan at spáa um útlitini fyri 2020. Vónandi koma vit væl og skjótt burtur úr hesum korona-tíðum, uttan at tapini gerast ov stór, hugsi um møguligar avleiðingar - menniskjansliga, búskaparliga og samfelagsliga. Haldi annars at vit, sum starvast í fiskivinnuni, fyri tað nógva eru positiv av lyndi – kanska onkur stundum heldur okkum vera heldur bláoygd – men, um vit ikki trúgva upp á at tað fer at ganga, so áttu vit helst at tikið okkum okkurt annað fyri.”

ES: Fyri tey sum ikki vita betri, er stjórin fyri Faroe Origin samtakinum úr Sandavági slektaður. Sonur Heina F. og Marnu. Marna er higani slektað, og sonur hennara er langabbasonur kenda vinnulívsmannin Símun á Høgabóli.

ES 2: Á ovaru myndini tikin á bryggjuni í dag síggja vit frá vinstru: Jens Paula Petersen, stjóra, Irdi Jacobsen, fíggjarleiðara, Inga Hansen, útgerðarmann, Jákup Eli Thomsen, framleiðsluleiðara og Brand Jacobsen, søluleiðara.