HEIM
Lurta
05.11.2020

FÆ2021

Skattingin í Runavíkar kommunu lækkar frá árskiftinum við fjórðingsprosentið - úr 21¾ % niður í 21½ %. Spjaldrið, ætlað ungdóminum úr 6 til 18 ára aldur, hækkar úr 2.000 upp í 2.500 krónur. Ansingini viðvíkjandi fer kostnaðurin fyri annað barnið nú niður í helvt, tvs., at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Barnafrádrátturin verður hin sami sum frammanundan – 8.000 krónur.

Fíggjarætlanin fyri 2021 javnvigar við 236 milliónum krónum.

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 6,8 mió. kr., ongi nýggj lán verða upptikin í 2021 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 3,9 %´um, sum í mestan mun er avleiðing av stórum fólkavøkstri og lønarhækkingum.

Í løtuni svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 35% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur millum 40-45% av einari álíkning um ársskiftið 2020/2021.

Allan leygardagin, hin 31. oktober, sat býráðið á fyrireikandi arbeiðsfundi til tað at fáa smíðaða eina fíggjarætlan fyri næsta árið. Á fundinum samdust tey 10 umboðini fyri Lista A og Lista B um uppskotið, sum varð lagt fram á almenna býráðsfundinum í dag. Uppskotið til FÆ2021 fekk sína fyrstu viðgerð á býráðsfundinum. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og tikið bleiv undir við uppskotinum til FÆ2021 uttan broytingar. Onnur og endaliga viðgerðin av fíggjarætlanini verður ætlandi á almennum býráðsfundi hósdagin hin 26. november 2020.

Samsvarandi FÆ2021 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 56,5 mió. kr. í árinum sum kemur. Bara fyri at nevna nakrar: Keyp av gróti, umbyggingar á Røktar- & Ellisheiminum í Runavík, neyvætling og gerð av bryggjum í Saltangará og á Glyvrum, spillivatn, vatnverk í Oyndarfirði og Funningsfirði, vetrarfriðing í Elduvík, Dansitovan og nátthús í Funningi, Gula smiðja, gøta og stuðul til bygdarhús í Skálafirði, spælipláss á Skála, asfalt á havnarlagnum í Oyndarfirði, seinasta sneiðingin av fyrireikingini til ætlaðu svimjihøllina í Runavík, soleiðis, at hon kann bjóðast út á vári 2021 o.s.fr.

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2021 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini.

Fíggjarkarmurin:

Inntøkur

Skattur198.000.000 kr.
Eftirlønarskattur38.000.000 kr.
Total236.000.000 kr.

Rakstur

Vanligur rakstur167.700.000 kr.
Íløgur56.500.000 kr.
Rentustuðul2.500.000 kr.
Rentur av lánum2.500.000 kr.
Avlop6.800.000 kr.
Total236.000.000 kr.

Raksturin skipaður á økjum

Kommunal fyrisiting15.730.000 kr.
Almannamál63.022.000 kr.
Børn og ung37.368.000 kr.
Undirvísing15.177.000 kr.
Mentamál12.573.000 kr.
Teknisk mál17.705.000 kr.
Kommunal virki6.125.000 kr.
Total167.700.000 kr.

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 9,7 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2021.

Íløgurnar skrivaðar á økir

Grótkeyp Runavík/Skála8.000.000 kr.
Ábøtur og umvælingar5.900.000 kr.
Roðin, íløga6.800.000 kr.
Skála søga100.000 kr.
Heilsumiðstøð í Runavík150.000 kr.
Kunningartøkni í skúlanum400.000 kr.
Ætlan fyri skúlabygging200.000 kr.
Kykmyndaætlan250.000 kr.
Fornminni200.000 kr.
Dansistova í Funningi200.000 kr.
Kommunal nátthús300.000 kr.
Gula smiðja3.500.000 kr.
Spælipláss400.000 kr.
Vetrarfriðing, Funningsfjørður/Elduvík650.000 kr.
Miðbýarætlan2.500.000 kr.
Útstykkingar800.000 kr.
Kirkjugarðar2.000.000 kr.
Vatnverk Oyndarfj./Funningsfj./Elduvík2.000.000 kr.
Spillivatn3.450.000 kr.
Vegir og øki1.800.000 kr.
Gøta við Toftavatn150.000 kr.
Gøta í Skálafirði300.000 kr.
Akfør og maskinamboð600.000 kr.
Asfaltera Oyndarfjarðar havn300.000 kr.
Glyvra strond250.000 kr.
Svimjihøll1.300.000 kr.
Rampa2.500.000 kr.
Bygdahús í Skálafirði600.000 kr.
Heildarætlan Leitisvegur150.000 kr.
Ferðsluætlan, Fjøruvegur1.500.000 kr.
Víðkan av Bakkabrúnni á Glyvrum 7.000.000 kr.
Spælipláss við Skála skúla500.000 kr.
Vinnustykki Rituvík /Skálafj.,/Søldarfj.1.000.000 kr.
Skálafjarðar Sløkkilið300.000 kr.
Ljós á parkeringsplássi (Brotið)100.000 kr.
Máltalvur á leikvøllum250.000 kr.
Fjósið í Heimistovu100.000 kr.
Total56.500.000 kr.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.