HEIM
31.10.2019

FÆ2020

Kommunala skattingin lækkar við fjerðingsprosentið - úr 22%'um niður í 21,75% og børn og ung (6–18 ár) fáa hvør sítt Spjaldur (frítíðarkort), ið tilsamans tekur hálva aðru millión krónur av rakstrinum.

Fíggjarætlanin fyri 2020 javnvigar við 228 mió. kr., barnafrádrátturin verður framhaldandi 8 túsund krónur, ansingargjøldini tey somu, skuldin verður niðurgoldin við 10,2 mió. kr., ongi lán verða upptikin í 2020 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 4,99%´um, sum í mestan mun er ein avleiðing av sáttmálabundnum lønarhækkingum, stórum fólkavøkstri og øktari starvsfólkamegi á tekniska- og ferðavinnuøkinum. Umframt hetta er semja í býráðnum um at raðfesta børn og ung við einum Spjaldri (frítíðarkorti), sum ber við sær, at øll, sum eru ímillum 6 og 18 ára gomul, fáa eitt ognarkort á 2 túsund krónur árliga, sum bert kann nýtast til at gera brúk av ítróttar-, mentanar- og frítíðartilboðum í Runavíkar kommunu – meiri verður at frætta um hetta í serstakari grein. Kostnaðurin av hesum tilboði er, sum nevnt, 1,5 mió. kr. árliga. Í løtuni svarar skuldin hjá Runavíkar kommunu til 54% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur um 62% av einari álíkning um ársskiftið 2019/20.

Allan leygardagin, hin 26. oktober, brúkti býráðið til tess at fáa smíðaða eina fíggjarætlan fyri næsta árið. Í kvøld – hin 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2020 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og allir teir møttu býráðslimirnir tóku undir við uppskotinum til FÆ2020. Onnur og endaliga viðgerðin verður ætlandi á almennum býráðsfundi hin 28. november 2019.

Sambært FÆ2020 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 51,4 mió. kr. í árinum, sum kemur. Umframt tøk grundøkir í fleiri bygdum, hevur býráðið samtykt at halda fram við útstykkingini (2. byggistig) í Leitinum í Runavík/Saltangará. Í dag varð sáttmáli undirritaður við Articon um útstykking á Hórheiðum á Skála (27 grundøkir), og klárt er at bjóða út 7 grundøki í Æðuvík. Hetta sæst sjálvandi aftur í raðfestingini íløgum viðvíkjandi.

Onnur størri mál eru umbyggingar á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, sum m.a. hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytir úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið og svimjingarhylurin, sum ikki hevur verið brúktur í á leið 10 ár, letur uppaftur. Nýggja ætlaða svimjihøllin í Runavík, ið nú verður neyvætlað, og sum væntandi kann bjóðast út á vári 2021. Aktivitetshúsið - Gula Smiðjan, sum verður liðug umvæld uttan í ár og væntandi kann takast í brúk í 2020/2021. Umbyggingar og ábøtur á kommunalar bygningar. Miðbýarætlanin. Vatnverk í Oyndarfirði og kommunala spillivatnsætlanin.

Runavíkar kommuna hevur valt at reka kommununa í 2020 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst, sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2020 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini.

Fíggjarkarmurin

Inntøkur 
Total:228.000.000 kr.
Skattur193.000.000 kr.
Eftirlønarskattur35.000.000 kr.

Rakstur

Total228.000.000 kr.
Vanligur rakstur161.400.000 kr.
Løgur51.400.000 kr.
Rentustuðul2.500.000 kr.
Rentur av lánum2.500.000 kr.
Avlop10.200.000 kr.

Raksturin skipaður á økjum

Total161.400.000 kr.
Kommunal fyrisiting15.200.000 kr.
Almannamál59.465.000 kr.
Børn og ung35.099.000 kr.
Undirvísing14.277.000 kr.
Mentamál12.359.000 kr.
Teknisk mál17.156.000 kr.
Kommunal virki7.844.000 kr.

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 6,714 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2020.

Íløgurnar skrivaðar á økir

Total51.400.000 kr.
Runavíkar kommunala søga400.000 kr.
Umbygging av nýggjum Ráðhúsi2.000.000 kr.
Heilsudepilin í Runavík150.000 kr.
Íløgur í Roðan4.300.000 kr.
KT-íløga í skúlunum500.000 kr.
Ætlan fyri skúlabygging150.000 kr.
Umbygging – skúlin í Funningsfirði200.000 kr.
Spælipláss við Glyvra skúla600.000 kr.
Ljóðútgerð o.a. í Løkshøll150.000 kr.
Kykmyndaætlan250.000 kr.
Fornminni200.000 kr.
Ætlan um økið kring vøllin við Løkin100.000 kr.
Svimjihøllin3.300.000 kr.
Dansistovan í Funningi200.000 kr.
Kommunal nátthús300.000 kr.
Gula smiðja – aktivitetshús2.000.000 kr.
Ábøtur og umvælingar av bygningum6.000.000 kr.
Spælipláss í Rituvík500.000 kr.
Marmennilin í Elduvík150.000 kr.
Vetrarfriðing í Funningsfirði1.000.000 kr.
Miðbýarætlanin3.000.000 kr.
Útstykkingar8.500.000 kr.
Kirkjugarðar2.000.000 kr.
Vatnverk (Oyndarfj.,-Funningsfj.-Elduvík)3.000.000 kr.
Tunnilsvatn (+ Grøn orka o.t.)500.000 kr.
Framhald av spillivatnsætlanini3.800.000 kr.
Geilavegur í Elduvík200.000 kr.
Gerðisvegur í Saltangará300.000 kr.
Gøtan við Toftavatn150.000 kr.
Gøtur í Skálafirði, Dvørgasteinur200.000 kr.
Bygdagøtan Søldarfj. - Lamba – Glyvrar200.000 kr.
Gøta í Rituvík400.000 kr.
Akfør og maskinamboð1.000.000 kr.
Átaksakfar til Sløkkiliðið300.000 kr.
Støðupláss við Runavíkar havn200.000 kr.
Ljós við nýggju bryggjuna undir Høgabóli500.000 kr.
Havnarútbygging og rampa2.000.000 kr.
Landstreymur1.500.000 kr.
Asfaltering á havnlagnum í Oyndarfirði300.000 kr.
Flotbrúgvar í Oyndarfirði650.000 kr.
Glyvra Strond250.000 kr.

Í dag búgva 4.125 fólk í Runavíkar kommunu, og ynskir onkur at fáa meiri at vita um fíggjarætlanina 2020, ber til at ringja á fartlf. no. 237015 (borgarstjórin).
Táið FÆ2020 er endaliga samtykt á býráðsfundinum í november, verður hon í síni heild løgd út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.

ES: Nú, orðaskifti aftur hevur tikið seg upp um fíggingina av eldraøkinum, kann tað samsvarandi FÆ2020 staðfestast, at Runavíkar kommuna næsta ár letur 11.693.000 kr. – 11,693 milliónir krónur - úr egnum kassa til eldraøkið, umframt væntaðu afturberingina frá Løgtingsfíggjarlógini. Trupulleikin er ikki nýggjur, hann hevur verið afturvendandi ár um ár, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at reka. Umframt hetta skal Runavíkar kommuna gera íløgur fyri 8,6 mió. kr. á eldraøkinum í 2020 og í 2021.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.