HEIM
Lurta
02.11.2020

Enn stendur hin Almáttugi í sama staði og lítur at børnum sínum

Røða, sum Sámal Petur í Grund flutti fram í Søldarfirði, tá minningarhald var hildið fyri teimum sjólátnu Allahalgannadag.

Harri ei fata eg kann tína náði,
sjálvkravdur legði tú krossin á teg.
Golgatha gátu eg ongantíð ráði,
frelsti ein syndara slíkan sum meg.

Tað er hugaligt at síggja, at vit eru so mong sum eru samlað her í dag. Og so stak hugaligt at síggja, at eisini yngra ættarliðið heldur fast við henda tátt í søgu og dagligdegi okkara.

Tað eru eftirhondini nøkur ár síðani at nakað nýtt navn er graverað inn í pláturnar, sum eru í skráninginum rundanum minnisvarðan.

Vit nærkast nú 40 árum síðani, at minnisvarðin, sum vit standa við, varð settur upp, við fimtiárahaldi teirra, sum fórust við vágssluppini “Immanuel” í apríl mánaði í 1932.

Staðið var hegnisliga valt, tí her var náttúrugivna spæliplássið í bygdini. Undirlagið, grótið sum vit standa á, bleiv tikið á fiskaplássinum, har einkjurnar saman við øðrum bygdafólki knossaðust við fiskin sum kom uppá land.

Í dag er valla nakar á lívi, sum minnist seg at hava hitt teir á lívi.

Tíverri eru nøvn at finna frá seinni árum enn tað, og helst kennast fleiri av teim eldru við onkran teirra.

Hóast hesa sannroynd, so møtast vit hvønn allahalgannadag her á tí staði, sum er valt út til høvi, og hvar minnisvarði teirra er staðsettur.

Og hetta hevur stóran týdning fyri okkara land, og fyri tað lokalsamfelag sum vit eru sett inn í. Størri týdning í dag enn fyrr, við tað at samanhaldið er hótt, av at tey flestu hava nokk í sær sjálvum.

Samanhaldið var alneyðugt fyri okkara ættfedrar, við tað, at tað var so nógv sum bert lat seg gera í felagi. Tíðinar eru broyttar og í dag kann ein koma langa leið sjálvur, um ein hevur tey røttu amboðini til tess.

Men samanhaldið gav so nógv annað enn bert hjálpina til dagliga strevið.

Samanhaldið gjørdi, at man kom hvørjum øðrum við, og visti hvussu vorið var hjá bygdafeløgum og teimum sum búðu í samlingi.

Samanhaldið í eini bygd ella lokalsamfelagi hevur so ótrúliga nógv jaligt við sær, sum bert finst í samanhaldinum sjálvum.

Hann hugdi upp í ættina, andlitsbragdið broyttist, og so orðnaði hann at draga línuna innaftur alt fyri eitt.
Lítla løtumyndin er frá einum túri eystanfyri við einum seksmannafari saman við pápabeiggja mínum, tá eg var um 12 árs aldur.

Henda myndin kom fram fyri meg, tá eg fór at hugsa um hvat eg skuldi hugleiða um hendan allahalgannadag, og so leitaðu tankanir longur aftur.

Á Jørundsgøtu í Klaksvík hanga eitt barometur og eitt lummaur. Tey hava bæði eina søgu sum er longri enn eitthunrað ár.

Eg eigi bæði tvey, og hava tey bert havt ein ognara áðrenn meg, nevniliga abba mín Sámal Petur. Og hvat hevur tað so við dagin í dag at gera.
Jú, tey eru ein partur av siglingarsøgu okkara. Abbi var føddur í 1891, tók ungur skiparaprógv og fór at sigla sum skipari á slupp.

Øll vita vit í dag, takkað verið eldsálum, hvat ein slupp er fyri eitt fartøj.

Umstøðurnar tá og nú kunnu ikki samanlíknast. Ein skipari, sum fekk eina slupp at føra, fekk eitt skip latið upp í hendurnar hvørs einasta navigatiónstól var ein kumpass.

Restina av navigatiónstólum mátti hann sjálvur skaffa sær. Og navigatiónstólini í tátíðini vóru ein sekstantur ella oktantur til at taka hæddina á sólini við, og eitt lummaur fyri at vita, hvat nær sólin stóð hægst á himlinum. Soleiðis kundu teir máta ein part av knattstøðuni. Við sekstantinum og klokkuni bar til í klárum veðri at siga, hvussu teir vóru stæddir í forhold til suður og norð.

Til at meta um veðrið fanst einki annað enn eitt barometur.

Hetta vóru umstøður langt frá eini skipsbrúgv í dag. Har tú hevur tól, sum allatíðina siga tær nøjagtigu knattstøðuna - og veðurkortini kunnu siga tær neyvt nær vindurin kemur, hvussu sterkur hann er og hvat ættin er.

Harumframt kanst tú í dag koma í samband við umverðina allar tíðir á døgninum, enntá uppá fleiri mátar.
Í slupptíðini var alt samskifti, við aðrar enn skipsfelagarnar, tengt av nær teir vóru inni, ella um okkurt skip kom uppá praj.

Sama ger seg galdandi við heimaútróðri, har tú inni á telduni kanst finna neyvu veðurlíkindini og streymkort, sum neyvt siga tær rætning og styrki á streyminum.

Teir gomlu høvdu bert barometrið og útsjóndina á luftini at meta seg eftir.
Talið á teimum, sum fórust við sluppunum og útróðrarbátum, var eisini eitt heilt annað enn tað tal sum í dag ferst á sjónum.

Men høvdu teir so einki, sum teir kundu líta á?

Jú, tað høvdu teir – teir høvdu eina klettafasta trúgv uppá, at øll teirra viðurskifti lógu í hondini á hinum almáttuga skapara og frelsara teirra.

Teir vitstu, at hóast teir ikki vóru harrar yvir veðri og vindi, og at tólini vóru ógviliga begreinsaði, so var tað ein sum ikki vikaðist.

Teir góvu sítt lív í Harrans hendur, og stólaðu fult og fast uppá, at hann vitsti betur enn teir, hvat var til teirra besta.

Vónina mistu teir ikki, men bardust dagliga fyri at vinna føði og klæði til teirra kæru. Frá hesi tíðini er norski presturin og skaldið Svend Rehling, sum í einum sangi hevur fylgjandi tvey vers:

Tab ikke modet du kære, for så er det dyreste tabt.
Guð har en lektie at lære, hvert menneskabarn han har skabt.
Bag ved de tyngende gåder og skæbnens forvirrende leg,
er der en vilje der råder, en visdom der altid vej.

Í sjónvarpssending um dagarnar, sum Zacharis Hammer hevur lagt til rættis, kemur hetta sama fram. Bíblian og sangbók var í hvørjari koyggju.

Heilsanin – Jesus fylgi tykkum – var nógv meira umráðandi enn tað at ynskja teimum góðan túr.

Tað var ikki so nógv sum forstýraði okkara forfedrar. Einki lurtitól av nøkrum slagi – einki sjónvarp, eingin telda, I pod og I pad vóru als ikki í tonkunum á nøkrum teirra.

Facebook, instagram, snapchot og onnur samskiftisheiti vóru teir lukkuliga óvitandi um.

Nútíðin hevur ikki brúk fyri so nógvum fólki at fáa til høldar náttúrutilfeingið úr sjónum. Skipini eru nógv størri og nógv tryggari enn tey vóru í undanfarnum tíðum.

Tíverri, so eru allar tær kreftir sum liggja í nútíðarútbúnaði ikki vandaleysar. Tær lata sær ikki altíð stýra, og kunnu gera stóran skaða um seg.

Tað einasta, og eisini tað viktigasta, sum ikki er broyting í, síðan at lummaurið og sekstanturin vóru álitið, er hin almáttugi skapari og frelsari okkara, hann er tann sami hvønn dag og undir øllum umstøðum.

Vit kunnu koma í ringan sjógv. Tað kann gerast okkum óslætt undir fótum.

Nútíðin krevur so nógv av einstaklinginum at ikki øll fóta sær.

Vit verða diagnostiserað, fáa eitt vørumerki at okkum sum einstaklingar, og vera so slept upp á fjall. Tá er tað, at samanhaldið skal vísa sína styrki og sítt innihald.

Sekstanturin er lagdur á hillina. Barometrið hevur mist sín stóra týdning, og kumpassin verður nærum ikki brúkt.

Men enn stendur hin Almáttugi í sama staði og lítur at børnum sínum.

Og enn í dag kunnu vit við skaldinum siga:

Harri ei fata eg kann tína náði,
Sjálvkravdur legði tú kross tín á teg.
Golgatha gátu eg ongantíð ráði,
frelsti ein syndara slíkan sum meg.

Theodor prestur segði í sending í kvf fyrrapartin í dag, at tað eina árið vóru 60 nøvn lisin upp á sjólátnum í okkara landi.

Í tí árinum sum farið er síðani vit seinast møttust her við minnisvarðan er, Guð havi lov, einki menniskja sjólátið.

Tó fara vit við stillheit í eina minuts tíð at minnast tey sum hava latið lív á sjógnum í farnum døgum:

Faðir vár, tú sum ert í Himli.
Heilagt verið navnið títt – komið ríkið títt.
Verið vilji tín, sum í Himli so á jørð.
Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.
Fyrigev okkum syndir okkara, soleiðis sum vit eisini fyrigeva teimum sum ímoti okkum hava syndað.
Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa.
Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin – um allar ævir.
Amen.