HEIM
15.11.2017

Eigur tú óviðkomandi lutir á almennum øki í Runavíkar kommunu?

Runavíkar Kommuna setur nú umhvørvið á breddan.

Í fyrstu atløgu verður farið í gongd við at burturbeina órudd á almennum øki. Hetta er byrjanin til eitt framhaldandi átak á umhvørvisøkinum, og fer at geva nøkur sjónlig úrslit í bý- og bygdarmyndini.

Kommunan er í gongd við at skráseta órudd og burturkast við myndum. Út frá hesum hevur kommunan valt nøkur øki, sum verða mett at hava tørv á upprudding. Byrjað verður við at rudda á almennu økjunum í Skálafirði og á ídnaðarøkinum í Rituvík.

Eigur tú óviðkomandi lutir á almennu økjunum í Skálafirði og á Ídnaðarøkinum í Rituvík skulu hesir verða burturbeindir í seinasta lagi 1. desember 2017. Er ikki møguligt at burturbeina lutirnar av økjunum áðrenn ásettu freistina, eru tit vælkomin at ringja til Runavíkar Kommunu og gera avtalu um møguliga nýggja freist.

Fyri at tryggja, at onki av virði verður burturbeint av óvart, fáa tey, sum uttan loyvi, hava sett lutir á almenn øki, møguleika at koma eftir teimum, áðrenn kommunan fer í gongd við at burturbeina lutirnar.

Lýsingin av tí generellu mannagongdini við at burturbeina órudd og burturkast úti á almennum øki í Runavíkar Kommuna er á fylgjandi leinkju: Soleiðis verður ruddað .....

Trýst á fylgjandi leinkju fyri at lesa meira um hvat lógin sigur um órudd og burturkast Leinkja: Hvat er órudd....