HEIM
19.10.2020

Dansistovan í Funningi einaferð enn

Hin 22. september var ein vælmøttur fundur í skúlanum í Funningi. Dansistovan var á skrá í sambandi við, at kommunan hevur ætlanir um at umvæla hana, og hevur sett pening av til endamálið í 2020.

Á fundinum var dygg undirtøka fyri at fara undir umvælingina, og at flyta matrikkulin frá ”Dansistovan” til Runavíkar kommunu.

Síðan hevur verið samskift við myndugleikarnar um málið, og niðurstøðan er, at nýggjur fundur verður hildin – lýstur 14 dagar frammanundan – har bygdarfólkið skal taka formligu avgerðina um at flyta ognina til kommununa, soleiðis, at til ber at fara undir umvælingina skjótast gjørligt. Bræv um hetta verður nú borið í øll húsini í bygdini.

Fundurin verður í skúlanum hin 3. november 2020 kl. 19:30 - við hesi dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra.
2. Uppskot um at avhenda Dansistovuna í Funningi, matr. no. 20, Funningur, til Runavíkar kommunu.
3. Ymiskt

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.