Vegna verkbann, lýst av Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, móti limum í Føroya Pedagogfelag á dagstovnaøkinum, steingja hesir dagstovnar og frítíðarskúlar í Runavíkar kommunu hósmorgunin 14. desember:
Dagstovnar: Frítíðarskúlar:
Barnagarðurin á Mýrunum Frítíðarskúlin við Stórá
Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta Frítíðarstovan Varðin
Hólmurin
Barnahúsið Sellin
Aðrir limir hjá Pedagogfelanum, ið starvast hjá Runavíkar kommunu, sum t.d. í forskúlunum, eru ikki fevndir av verkbanninum.
Dagrøktin tekur framvegis móti børnum, tí dagrøktararnir eru limir í Starvsmannafelagnum.
Runavíkar kommuna vónar, at partarnir skjótast gjørligt samráða seg til eina semju, so børnini aftur kunnu koma á dagstovn.
Runavíkar kommuna