HEIM
08.04.2020

Dagstovnar og foreldragjøld

Á tíðindafundum í morgun og seinrapartin løgdu løgmaður og landsstýrismaðurin í menta- og uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, fram tilmæli um, at dagstovnarnir í landinum lata uppaftur mánadagin hin 20. apríl. Runavíkar kommuna, sum hevur fylgt almennu tilmælunum, fer eisini at fylgja tilráðingini um, at foreldur fáa møguleikan at fáa børn síni ansað aftur.

Viðvíkjandi foreldragjøldum er støðan tann, at eitt samt býráð, á almennum býráðsfundi hin 26. mars, samtykti, at foreldur ikki skulu gjalda fyri eina tænastu, tey ikki hava fingið, og tey, sum lutvíst hava fingið eina ansingartænastu hesa tíðina, verða kompenserað fíggjarliga fyri ta ansing, sum børn teirra ikki fingu. Hetta skuldi vera galdandi soleingi, vit skipaðu okkum eftir fyrru tilmælunum frá myndugleikunum, ið sum skilst á løgmanni og landsstýrismanninum vera galdandi fram til mánamorgunin hin 20. apríl 2020.

Hetta merkir at kommunalu tilboðini á dagstovnunum aftur eru opin fyri øllum, sum vóru partar av skipanini fyri Corona-stongsilin, frá mánadegnum 20. apríl at roknað.

Foreldur, sum ikki hava fingið brúkt møguleikan hesa tíðina, fáa onki uppkrav fyri mai mánaða 2020, og í førinum hjá teimum, sum lutvíst hava brúkt skipanina i stongsilstíðini, verður bert goldið fyri ta tíðina, møguleikin hevur verið nýttur.

Trivnaðardeildin, saman við stovnsleiðarunum, arbeiðir nú við at skipa dagstovnaøkið soleiðis, at klárt er at taka ímóti børnunum í skipanini mánadagin hin 20 apríl. Tað verður gjørt eftir einum leisti, ið tryggjar eitt nøktandi námsfrøðiligt tilboð og samstundis avmarkar smittuspjaðing.