HEIM
13.08.2020

Dagstovnaøkið letur uppaftur í næstu viku, mánadagin 17. august

Sum gongdin er við smittustøðuni í løtuni verður latið varðisliga upp, mánadagin hin 17. august, eftir galdandi koronu vegleiðing fyri dagstovnaøkið.

Nú vit lata uppaftur við møguligari smittu í nærøkinum, er sera umráðandi at øll virða grundleggjandi smittutálmandi leiðregluna at vaska hendur og halda fjarstøðu. Eisini er sera umráðandi, at binda um heilan fingur og lata verða við at senda børn á stovn við sjúkueyðkenni ella við illgruna um smittu.

Dagstovnarnir skipa seg framhaldandi í stovum og halda seg til smittutálmandi tilmælini:
• Tilmæli um avmarkað samband, tá børn verða avhendað og heintað
• Tilmæli um serliga gott reinføri
• Tilmæli um eyka reingerð
• Tilmæli um skilnað millum stovur, barna- og starvsfólkabólkar
• Tilmæli um at skipa dagin í smærri bólkum – serliga inni, menn eisini úti.
• Tilmæli um at vera so nógv úti sum gjørligt, har smittuvandin er minni enn innandura

Leiðslur og starvsfólk skipa seg so væl sum gjørligt í mun til tilmælini og staðbundnu møguleikarnir hjá tí einstaka dagstovninum.

Hesar felags meginreglur eru framvegis galdandi fyri dagstovnarnar:

• Foreldur skulu fylgja staðbundnu reglunum um avhending og heinting av børnum
• Børn skulu møta innan ávísa tíð, ið er ásett fyri stovuna, um ikki onnur avtala er gjørd
• Samskifti væl við stovuna og gerið um neyðugt nærri avtalur um, nær børn koma og fara

Frítíðarskúlaøkið:
Tilboðið verður skipað í flokkum, og miðað verður eftir at halda flokkarnar atskildar á sama hátt sum í skúlanum. Í hesum sambandi verður arbeitt við at skipa Frítíðarskúlan við Stórá í fleiri hølum, og fáa foreldrini nærri kunning frá leiðaranum um hetta.

Dagrøktin:
Dagrøktarheimini taka ímóti børnum, men við tí avmarking, at øll felags tiltøk fyribils eru steðgað, og at tað fyribils ikki er møguligt at veita gestarøkt, um dagrøktari fær forfall.

Nærri samskifti:
Nærri kunning og samskifti verður frameftir millum foreldur og viðkomandi stovnsleiðslu og starvsfólk.