HEIM
13.05.2020

Dagstovnaøkið fult virkið aftur

Dagstovnaøkið lat uppaftur tann 20. apríl, og hevur tað síðan staðið øllum foreldrum í boði at melda børn síni til barnaansing umvegis heimasíðuna hjá kommununi.

Talið av tilmeldaðum børnum er vaksið fyri hvørja viku: Í meðal frá góðum 40% í viku 17, til omanfyri 80% í verandi viku. Í dagrøkt, vøggustovum og barnagarðsstovum táttar uppmøtingin nú í 90%. Í frítíðarskúlunum er barnatalið nakað lægri, beint omanfyri 60%.

Staðfestast kann tí, at dagstovnaøkið er fult virkið aftur, hóast gerandisdagurin í høpinum er nakað broyttur hjá børnum, foreldrum og starvsfólki.

Samstundis kunnu vit gleðast um, at tað er eyðnast okkum øllum at beina fyri smittuvandanum í Føroyum. Tí er tað nú gjørligt at lækka tilmælini um avmarkingar soleiðis, at t.d. dagstovnaøkið betur fær virkað við fullum virksemi.

Ongin tilmelding frá viku 21
Hóast tað nú verður tilmælt, at dagstovnar kunnu skipa seg í stovum, og tilmælið um fjarstøðu er linkað, eru flestu smittutálmandi tilmælini enn galdandi, sum til dømis:

• Tilmæli um avmarkað samband tá børn vera avhendað og heintað
• Tilmæli um serliga gott reinføri
• Tilmæli um eyka reingerð
• Tilmæli um skilnað millum stovur, barna- og starvsfólkabólkar
• Tilmæli um at skipa dagin í smærri bólkum - serliga inni, men eisini úti.
• Tilmæli um at vera nógv úti, har smittuvandin er minni enn innandurað

Á dagstovnaøkinum skipa starvsfólk og leiðslur seg so væl sum gjørligt í mun til tilmælini og staðbundnu møguleikunum hjá tí einstaka dagstovnatilboðnum.

Tó eru hesar felags meginreglur galdandi fyri dagstovnarnar:

• Fylgi staðbundnu reglunum um avhending og heinting av børnum
• Børn skulu møta innan ávísa tíð, ið er ásett fyri stovuna, um ikki onnur avtala er gjørd.
• Samskifti væl við stovuna, og gerið um neyðugt nærri avtalur um, nær børn koma og fara.

Frítíðarskúlaøkið
Á frítíðarskúlaøkinum er framvegis neyðugt at vita neyvt, hvørji børn koma í frítíðarskúla, og venda frítíðarskúlarnir sær til foreldrini í hesum sambandi.

Dagrøktin
Dagrøktarheimini hava tikið ímóti øllum børnum, síðan latið varð upp tann 20. apríl. Avmarkingin er, at øll felags tiltøk fyribils eru steðgað, og at tað ikki er møguligt at veita gestarøkt, um dagrøktari fær forfall.

Nærri samskifti
Nærri kunning og samskifti verður frameftir millum foreldur og viðkomandi stovnsleiðslu og starvsfólk.