HEIM
28.08.2018

Dagen derpå í Runavík

Sunnudagin var opið hús í Skótahúsinum í Runavík, tá høvi var hjá almenninginum at síggja stásiliga prýddu hølini, har miðmálin fyri kongaligu gestunum varð hildin.

Omanfyri 400 fólk høvdu leita sær í skótahúsið til eina hugnaliga løtu, har kommunan bjóðaði kaffi og lagkøku.

Borgarstjórin og borðfútin, Petur Olivar í Hoyvík, tóku mikrofonina og søgdu frá degnum og Jóannes S. Hansen hevði tikið harmonikuna við. Ein sera hugnaligur dagur aftaná eina væleydnaða vitjan.