HEIM
31.08.2020

COVID-19 kanningar í Skótahúsinum týsdagin

Í morgin – týsdagin hin 01. september – ber aftur til at lata seg kanna fyri COVID-19 í Skótahúsinum í Runavík. Opið er frá kl. 11.00 – 13.00 Klaksvíkar sjúkrahús skipar fyri kanningunum.

Tørvur er ikki á ávísing frá lækna fyri at verða kannaður, í hesum førinum snýr tað seg um ”støkk inn kanningar”, sum hesar verða róptar í Heilsuverkinum.

Viðvíkjandi ferðslu og parkering tekur Vegadeildin hjá kommununi sær av hesum, - og møguligt er at seta akførini við Skótahúsið við Løkin og omanfyri Skýlið og Bylgjuna – við fótbóltsvøllin.

Øll, sum framvegis standa í bíðirøðini kl. 13 í morgin, verða eisini kannað.

Øll hava møguleika fyri at verða kannað, og kanningarnar eru ókeypis fyri teir borgarar, sum brúka møguleikan.

Runavíkar kommuna