HEIM
27.09.2020

COVID-19 kanningar í Runavík hósdagin

Hósdagin - hin 01. oktober 2020 – ber aftur til at lata seg kanna fyri COVID-19 í Skótahúsinum í Runavík. Opið er frá kl. 09:00 – 11:00. Klaksvíkar Sjúkrahús skipar fyri kanningunum.

Tørvur er ikki á ávísing frá lækna fyri at verða kannaður, í hesum førinum snýr tað seg um ”støkk inn kanningar”, sum hesar verða róptar í Heilsuverkinum.

Viðvíkjandi ferðslu og parkering tekur Vegadeildin hjá kommununi sær av hesum, - og møguligt er at seta akførini við Skótahúsið við Løkin og omanfyri Skýlið og Bylgjuna – við fótbóltsvøllin.

Øll, sum framvegis standa í bíðirøðini kl. 11 hósdagin, verða eisini kannað.

Øll hava møguleika fyri at verða kannað, og kanningarnar eru ókeypis fyri teir borgarar, sum brúka møguleikan.

Ansið væl eftir hvørjum øðrum.

Runavíkar kommuna