Aftaná flaggdagshaldið fóru býráðslimir í Runavíkar kommunu og úr Tórshavnar kommunu til Klaksvíkar at royna seg sum listamálarar við góðari hjálp frá Archibald Black og Hilmar Højgaard.
Málningarnir verða seldir á uppboðssølu í SMS, leygardagin 2. mai kl. 16.00, har Jákup Vejhe verður uppboðshaldari. Inntøkurnar av søluni fara óskerdir til Pensionistafelagið í Tórshavn og Eldrafelagið Nón, sum fara eina ferð til Danmarkar.