HEIM
29.04.2020

Býráðsfundur í skúlanum

Almennur býráðsfundur er ásettur at vera hósdagin – hin 30. apríl – kl. 17. Støðan í samfelagnum ger, at fundurin er fluttur at verða hildin í matarhøllini í Skúlanum við Løkin - heldur enn í býráðssalinum, sum ætlað. Hetta fyri at fáa væl størri vídd og meiri rúm, soleiðis, at almennu tilmælini í størst møguligan mun kunnu haldast. Høvuðsdyrnar til Løkshøll er atkoman. Skráin fyri fundin finst á øðrum staði á her