HEIM
27.05.2020

Býráðsfundur á Skála

Almennur býráðsfundur verður hildin í skúlanum á Skála hósdagin hin 28. mai 2020 kl. 17:00.

Eftir ætlanini skuldi hesin fundurin vera í Elduvík, men nú vegurin til og frá Funningsfirði verður stongdur fyri allari ferðslu hóskvøldið frá kl. 18 til 22, er avgerð tikin um, at hesin fundurin verður hildin á Skála ístaðin. Samstundis er avgerð tikin um, at almenni býráðsfundurin hin 25. juni 2020, sum var ætlaður at vera á Skála, nú verður hildin í Elduvíkar skúla ístaðin.