HEIM
25.06.2020

Býráðsfundur

Seinasti almenni býráðsfundurin fyri summarfrítíðina verður hildin í Elduvíkar skúla í dag kl. 17.00

Seinast býráðsfundur varð hildin í Elduvík var hin 18. juni 2003 í táverandi Elduvíkar kommunu. Bygdaráðslimirnir, ið møttu á tí fundinum, vóru Andreas Hammer, Michael Pattinson, Sólbjørg Hansen og Ingolf Rasmussen. Eitt mál, sum var samtykt á tí fundinum, var, at børn í Elduvík og Funningsfirði skuldu halda fram við at ganga í framhaldsdeildini í Runavíkar skúla. Seinri eru tær báðar og aðrar kommunur í oynni gingnar saman í eina størri kommunala eind.

Skráin fyri fundin í dag er at finna her: Býráðsfundir 2020