HEIM
13.06.2019

Bylgjuland á Eystanstevnu  

Leygardagin 15. juni verður Bylgjan karmur um nógv ymiskt virksemi á Eystanstevnuni. Setan, tónleik, stuttleikabásar, framsýning, og aktivitetir.
Endamálið er, at børn og vaksin kunnu hugna sær í frálíku umstøðunum í og nærhendis Bylgjuni.

Bylgjuland er opið leygardagin 15. juni kl 14.00-22.00

kl. 14:00 Eystanstevnan 2019 verður sett, Bylgjan
Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu, flytir fram røðu. Hornorkestri luttøkur og Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur.
Parkour við Faroe Flips (eftir framførsluna verður undirvísing í amboðshøllini)
kl. 15:00 BEINIR spælir
kl. 15:30 Sámal Ravnsfjall syngur og spælir
kl. 16:00 Sunnudagsskúli við samkomunum í økinum
kl. 16:30 Davoco & Donejail
kl. 17:00 Mótaframsýning
kl. 18:00 Stevnunevndin
kl. 18:30 Jassarnir
kl. 20:00 Dubium
kl. 20:30 Kári Sverrisson syngur og spælir
kl. 21:30 Sløkkiliðsmenn syngja

 

Amboðshøllin

kl. 14:30 Parkour undirvísing 
kl. 15:00 NERF kríggj fyri børn 8 ár og yngri kostnaður 50 kr (havið útgerð við sjálvi)
kl. 16:00 NERF kríggj fyri børn 9 ár og eldri,
kostnaður 50 kr (havið útgerð við sjálvi)
kl. 20:00-22:00 Barnadiskotek, kostnaður, 50 kr

 

Framsýning ÍSF 80 ár og Oyggjaleikir
Í samband við at Ítróttasamband Føroya fylti 80 ár 4. apríl 2019, varð ein framsýning sett upp við myndum frá søguni hjá ÍSF og frá Oyggjaleikunum, sum hava verið higartil.
Framsýningin hevur verið í Havn, í Klaksvík og í Suðuroy, og á Eystanstevnu verður hon at síggja í Bylgjuni. Umframt at forvitnisliga søgan hjá føroysku ítróttarrørsluni verður lýst í myndum, eru fleiri kend andlit her úr økinum at síggja aftur í myndunum frá farnum Oyggjaleikum.

Spæli- og ballónland við airtrack o.ø. armband 50,- kr

Sølubásar við styrkiavbjóðing, pílakasti, kúluskjóting, gimsteinaveiðu, fiskibrunni, tombola, 21 spæl
Uttanfyri verður ponyríðing
Mat til keyps: Kramarís, pop-corn, candyfloss, vafflur, chips, ískaka, suppa og kaffi