HEIM
17.09.2020

Bygdarfundur í Funningi

Týskvøldið - hin 22. september kl. 19:30 - verður fundur í skúlanum í Funningi fyri bygdarfólkinum. Á skrá er dansistovan o.a.

Dansistovan í Funningi hevur ongan góðan átt í langa tíð. Er nú vorðin í so ringum standi, at hon kann vera til skaða í bygdini, um eitt vindblak skuldi farið avstað við yvirtromini í einum vetrarstormi. Í grundini er støðan nú soleiðis vorðin, at annaðhvørt verður hon tikin niður, ella verður hon umvæld.

Táið Runavíkar býráð legði fíggjarætlanina fyri 2020, var semja um at seta 2 hundrað túsund krónur av til at umvæla dansistovuna, harvið hevur politiski myndugleikin í kommununi tikið eina avgerð um, at bygningurin skal varveitast. Hartil setti býráðið 3 hundrað túsund krónur av til endmálið: Kommunal nátthús. Arbeitt hevur í eina tíð verið við møguleikanum at skekla hesar báðar konturnar saman í eina og somu verkætlan. Einar Toftegaard, Nýrúm, hevur teknað eitt uppskot, sum verður lagt fram á fundinum.

Dansistovan stendur á matr. no. 20, Funnings bygd, og ognarskapurin er ikki nærri greinaður enn tað, at dansistovan eigur dansistovuna. Tað finst ein listi við 46 ánarum, alt fólk í bygdini um tað mundið, táið húsið var fingið upp at standa. Hetta var sambært vælvitandi keldum til nýggjársdansin í 1950. Hetta merkir helst, at bygdin eigur matrikkulin, tí eigur ein fundur, har bygdarfólkið luttekur, at taka støðu til, um kommunan kann sleppa framat bygninginum fyri at umvæla hann.

Velur bygdarfólkið at geva Runavíkar kommunu heimild til at fara undir umvælingina, verður farið undir arbeiðið alt fyri eitt. Orsøkin til at fundurin ikki verður hildin fyrrenn nú er farsóttin, sum hevur forða størri savning av fólki í sama stað um somu tíð síðan á grækarismessu.

Eitt annað mál, sum hevur verið umrøtt í almenna rúminum, er áhugin hjá funningsfólki at fáa bygdini eina standmynd av fyrsta landnámsmanninum Grími Kamban. Hetta málið er ikki eins átrokandi sum avgerðin um dansistovuna, men kortini verður verkætlanin, hóast lítið á leið komin, umrødd. Hóast kommunan sum so ikki er formligur partur av tí verkætlanini, hevur hon latið henni eitt byrjunarfæ á 25 túsund krónur, sum er virði, ið Funnings kommuna átti í Læknahúsinum á Eiði.

Runavíkar kommuna