HEIM
17.09.2020

Busskoyring til og frá skúlum

Í nógv ár hava teir báðir Johan Sigurd Weihe, Runavík, og Pauli Nónklett, Glyvrar, røkt skúlabarnaflutningin í Runavíkar kommunu eystaru megin við Skálafjørðin. Við egnum bussum hava teir koyrt samsvarandi sáttmálum við Runavíkar kommunu. Johan Sigurd hevur flutt skúlanæmingar við egnum bussi síðani 1994, og eftir at Pauli hevði koyrt fyri Hera Hansen á Glyvrum í trý ár – frá 1997 til 2000 – hevur hann røkt uppgávuna við egnum akfari.

Í eina tíð hava partarnir – kommunan og teir báðir – samráðst um at halda fram eftir sama leisti, við smávegis justeringum, og í morgun undirskrivaðu borgarstjórin, Johan Sigurd og Pauli sáttmálarnar um at halda fram við koyringini av skúlabørnum.

Runavíkar kommuna hevur verið sera væl nøgd við tænastuna, ið teir báðir hava veitt henni, og varðhugin er, at foreldur at skúlabørnum eisini hava verið væl nøgd og kent seg trygg við flutningin, sum teir báðir hava staðið fyri báðumegin við eina fjórðingsøld.