Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar
fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í
avgreiðslutíðini til og við 9. november 2020.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða
kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 9. november
2020 kl. 12.00.
Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til kommunuvalið verða valkort
send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið
valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt
býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 9. november 2020 á tlf. 417000
Runavíkar Býráð