HEIM
19.02.2019

Borgarafundur um Gulu smiðju

Týskvøldið 26. februar kl. 19-21 verður skipað fyri borgarafundi um Gulu smiðju á Bókasavninum við Løkin.

Runavíkar kommuna hevur seinastu árini framt ábøtur á Gulu smiðju, og heldur hendan verkætlan fram í 2019.

Fyri at fleiri kunnu hava ávirkan á, hvat virksemi skal vera í Gulu smiðju, og hvussu bygningurin skal innrættast, verður kallað saman til ein borgarafund á Bókasavninum við Løkin. Málbólkurin fyri tiltakið eru øll, ung sum gomul, frá 7. flokki og uppeftir.

Fundurin verur skipaður við kunning um gongdina í verkætlanini higartil, og síðani verða luttakararnir býttir í bólkar, sum fara at geva sítt íkast til, hvat innihaldið í Gulu Smiðju skal vera, og hvussu hetta skal skipast.

Undan fundinum, frá kl. 18.00-18.45, er opið hús í Gulu smiðju og á Bókasavninum við Løkin.

Tilmelding til borgarafundin fer fram á hesi leinkjuni.