HEIM
19.06.2020

Bátahylurin á Glyvrum

Nógv er gjørt fyri at dagføra bátahyljarnar í Runavíkar kommunu hesi seinru árini. Í Funningsfirði, Skálafirði, Oyndarfirði, Runavík, Søldarfirði og á Skála og Glyvrum. Talið av bátum er vaksandi, og rákið liggur nú soleiðis, at bátahyljarnir, og økini kring um teir, í alt størri mun eru vorðin støð, har fólk savnast, táið løtur eru til tað.

Nógv er higartil gjørt við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum, og fyri nakað síðan samtykti býráðið at gera eina endaliga dagføring av vestara arminum við hylin. Atløgubryggja, við ravmagni og vatni, var fingin til vega í februar í fjør, og nú skal vegurin framvið atløgubryggjuni asfalterast heilt út á endan og eitt vendipláss gerast sunnanfyri atløgubryggjuna, soleiðis, at bilar kunnu snúgvast á harúti.

Spf. Rókin á Glyvrum átti lægsta tilboðið, og í gjár skrivaðu Jákup Martin Kjeld, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa areiðið frá hondini. Jákup Martin sigur, at teir fara undir arbeiðið um mánaðarskiftið juni/juli, og at tað tekur nakrar fáar vikur at fáa tað avgreitt. Fíggingin er í størstan mun fingin til vega frá lutinum, sum Runavíkar kommuna eigur í fænum hjá Kongshavnar havnastýri. Øll havnagjøld, ið verða goldin, tá skip koma inn á Skálafjørðin, falla til havnastýrið, sum Sjóvar, Nes, Runavíkar- og Eysturkommuna eiga. Lutað verður útaftur í mun til fjørulongd – harvið eigur Runavíkar kommuna 48% av ágóðanum. Hesi nógvu seinastu árini hevur Runavíkar havn goldið millum 96-99% av inntøkunum hjá Kongshavnar havnastýri.

Næsta málið í sama viðfangi er ein størri ætlan í havnini í Oyndarfirði, har m.a. bátabrúgvar skulu leggjast út í hylin. Peningurin er tøkur samsvarandi FÆ2020, og bíða verður nú eftir endaligu teknisku loysnini. Tað verður eisini asfalterað á havnarøkinum í Oyndarfirði í summar.