HEIM
16.09.2019

Vegarbeiði á Heiðavegi

Arbeiðið at dagføra Heiðaveg byrjar um hálvan september 2019, og kemur at taka alt heystið og inn í nýggja árið.
Byrjað verður í sunnara enda av Heiðavegi, við Hotel Runavík, og síðani kemur arbeiðsøkið at flyta seg inneftir móti Bónus. Roknast kann við, at arbeitt verður í teinum á 50-75 metrar í senn.

Væntast kann, at arbeiðið kemur at ávirka ferðsluna, serliga tær tíðir, tá nógvir bilar ferðast í økinum. Somuleiðis kunnu atkomuviðurskiftini til húsini fram við Heiðavegi verða ávirkaði, meðan arbeiðið er í gongd.

Mælt verður til, at bilar, meðan arbeitt verður, í stóran mun nýta Gulasteinsveg, um ikki neyðug ørindi eru á Heiðavegi.

Verkætlanin verður framd í samstarvi við Hjálpirót, Rókin og Elcon/JHR. Ósbjørn Jacobsen Arkitektar hava eftirlit við arbeiðinum og syrgja fyri dagliga samskipan.

Spurningar um verkætlanina kunnu stílast til Runavíkar kommunu. Kontaktpersónur er Lars Kirkegaard á teknisku deild.