HEIM
01.05.2020

Ársroknskapurin 2019

Ársroknskapurin hjá Runavíkar kommunu fyri árið 2019 er nú endaliga grannskoðaður, og eftir at hava verið viðgjørdur í fíggjarnevndini mánamorgunin í vikuni, varð hann einmælt samtyktur og undirskrivaður á almenna býráðsfundinum, sum var hildin í matarhøllini í Skúlanum við Løkin í gjárkvøldið.
Samlaðu inntøkurnar eru 235 milliónir krónur og útreiðslurnar 229 mió. kr. Yvirskotið – vinningurin - er sostatt 6 milliónir krónur. Raksturin er ájavnur við fíggjarætlanina, sum varð løgd fyri 2019 á heysti 2018. Fíggjarkostnaðurin er 7,5 mió. kr. lægri enn í 2018, og kemst hetta av tí orsøk, at kommunan í 2018 legði um fleiri av gomlu lánunum til eina væl lægri rentu. Meðalrentan á lánunum hjá kommununi er nú áleið 2%.

Rentusparingin saman við meirinntøkum í 2019, á áleið 19 milliónir krónur, hevur givið rúm fyri, at 25 mió. kr. fleiri eru brúktar til íløgur í 2019 enn árið fyri.

Sambært løgdu fíggjarætlanini skuldu 6 mió. kr. fleiri verið brúktar til íløgur, men m.a. orsakað av nógva virkseminum í samfelagnum í fjør, hevur ikki borið til at fremja nakrar ella partar av nøkrum ætlaðum íløgum í 2019. Av hesi orsøk vísir roknskapurin eitt avlop á 6 mió. kr. Fíggjarstøða kommununar er góð, nettoskuldin við árskiftið 2019/20 er áleið 100 mió. kr. (56% av eini álíkning), og Runavíkar kommuna hevði soleiðis, um ársskiftið, møguleika fyri at lána 81 mió. kr. innanvert verandi ásetta lániloft. Ein møguleiki sum ikki varð brúktur kortini.

Nú fýra mánaðir eru farnir aftur um bak av 2020, kann staðfestast, at støðan lítið og onki er broytt síðan ársskiftið 2019/20. Inntøkurnar hava verið heldur frægari enn ætlað, og raksturin liggur ájavnur við løgdu ætlanina í FÆ2020. Hvussu leikur fer at fara fram, tað ið eftir er av árinum, er kortini trupult at spáa um, nú faktorur, sum ikki var kendur tíðliga seinasta heyst, tá fíggjarætlanin varð løgd, hevur ein sera virknan leiklut í búskapi landsins, - sum ætlandi fer at ávirka búskapin í kommununum lutfalsliga.

Sí ársroknskapin 2019 her. (pdf)