HEIM
14.09.2020

Áheitan at rudda, áðrenn veturin byrjar

Heystið er komið, og væntast kann, at veðrið verður meira illfýsið. Runt um í kommununi eru bygningar, so sum gomul hús, úthús, hjallar, neyst v.m., sum eru í ringum standi, og sum kunnu enda við at gera stóran skaða í ringum veðri.

Tað er ikki vandaleyst at senda fólk út til bjargingaruppgávur, tí er best at fyribyrgja skaðar í tann mun, tað letur seg gera.

Runavíkar kommuna og Skálafjarðar Sløkkilið vilja við hesum heita inniliga á fólk, sum eiga ella vara av tílíkum bygningum, um beinanvegin at seta teir í forsvarligan stand ella taka teir niður.

Somuleiðis verður heitt á fólk um ikki at lata lutir liggja leysar úti, so skaði kann standast av teimum.

Víst verður til:

Kunngerð nr. 53  um umhvørvisreglur frá 3. mai 1994 §1:

  • 1. Órudd o.a. Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein. Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb. kunngerð um burturkast.
  • 3. Toftir. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva eigara ella grundeigara boð um, at toftir og leivdir yvirhøvur av bygningum, og ikki liðugt bygd hús, sum standa at detta niður ella hava staðið hálvgjørd í nógv ár, skulu takast niður minst 15 cm undir lendið og um hvussu tey skulu verða beind burtur, jvb. tó løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum.

Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu, kapittul 1, gr. 7, stk. 1 og 2:  

  1. Ein og hvør bygging skal í øllum lutum og við øllum, ið til hoyrir, til eina og hvørja tíð verða forsvarliga hildin og í hampiligum standi. Er bygging serliga illa umsitin, kann byggivaldið áleggja avvarðandi at bøta um brekini og, um neyðugt, lata tey gera fyri rokning eigarans.
  2. Verður hildið, at vandi hóttir tey, sum búgva í húsunum ella onnur, kann byggivaldið krevja, at húsini verða byrgd og møguliga, at flutt verður úr teimum ella øðrum húsum.