HEIM
25.06.2019

61 ár í kommunalari tænastu

Miðskeiðis á seinrapartinum í dag var hátíðarhald í hølunum hjá Vegadeild Runavíkar kommunu í grótbrotinum á Lambareiði. Teir starvandi á deildini og partur av umsitingini í Ráðhúsinum vóru møtt. Høvið var, at teir báðir Súnfríður Højgaard, maskinførari, og Jóanes Johannesen, ruskumsitari og parkeringsvørður o.a., báðir úr Søldarfirði, hava verið í starvi á Vegadeildini hjá kommununi í ávikavíst 30 og 31 ár.

Borgarstjórin flutti teimum báðum eina røðu og helt m.a. fyri, at støðan var í meira lagi kafkask, tí vanliga verða starvsfólk heiðrað á hendan hátt, táið farið verður um 25-ára hvarvið í tænastu. Onkursvegna er teir báðir, hóast ikki gloymdir, dotnir niður ímillum tveir borgarstjórar, men so trúgvir teir eru í tænastuni, var skaðin ikki størri enn tað, at hátíðarhaldið var seinkað í nøkur ár. Bøtt er nú um drálið.

Frá kommununi fingu teir blómur og hvør sín málning við motivum úr heimbygd teirra, sum rituvíkingurin Hilmar Højgaard hevur málað.

Higani takka vit fyri eitt sera gott samstarv, sum fer at halda fram í ókomnum døgum, vikum og árum.