HEIM
Listen

Svarta talva

Á svørtu talvu verður lýst og kunnað um ymiskt, sum t.d. drekkivatnsroyndir, undantaksloyvir, býarplansbroytingar v.m.

Dan M. Olsen hevur fingið undantaksloyvi til at taða økið á matr.nr. 13 á í Oyndarfirði frá 15/10-2020 til 31/12-2020

Undantaksloyvi er givið til fylgjandi:

Runavíkar kommuna boðar við hesum frá, at undantaksloyvi til taðing verður givið við fylgjandi treytum:

  • Taðingarmongdin í alt verður í mesta lagið uml. 150 tons
  • Undantaksloyvið er galdandi í tíðarskeiðnum frá 15/10-2020 til 31/12-2020

Umráðandi er at geva gætur, at í §8 stk. 1-3 í kunngerðini um taðing stendur soleiðis:

  • 8. Loyvt er ikki at taða soleiðis, at tøðini beinleiðis seta í áir, løkir, vøtn, tjarnir, á strondina ella á sjógv.

Stk. 2. Loyvt er ikki at taða í regni, tó er loyvt at taða í sirmi.

Stk. 3. Loyvt er ikki at taða, tá lendið er fryst ella tá kavi liggur.

Øll krøv í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 18. februar 2020, eru galdandi

Hagapaturin innan Gjógv, Skála hevur fingið undantaksloyvi til at taða eitt økið á matr.nr. 544a frá 1/11-2020 til 30/11-2020

 Undantaksloyvi verður givið til fylgjandi:

  • At undantaksloyvi fevnir um tíðarskeiðið 1/11-2020 til 30/11-2020
  • At taðingarmongdin verður í mesta lagið 60 tons

Umráðandi er at geva gætur, at í §8 stk. 1-3 í kunngerðini um taðing, stendur soleiðis: