HEIM

Runavík

Runavík er yngsta bygd við Skálafjørðin og liggur í náttúruvakra heiðalendinum við Toftavatn. Bygdin hevur ment seg nógv og er í dag vaksin saman við grannabygdunum til eitt 10 km langt bústaðarøki, sum í dag er meginøkið í oynni. Her heldur fjøldin av mentanar- og handilsvirksemi til við matstovum, bankum, posthúsi, apoteki, bókasavni eins og her er hotel, ráðstevnuhølir og kunningarstova.
Lívligt er á havnarlagnum, har nógv virksemi er innan ali- og fiskivinnuna, supplytænastu til oljuvinnuna umframt smábátahavn. Eisini vitja stór ferðamannaskip inn á Runavíkina at vísa fremmandu gestunum vøkru oynna.
Skamt frá virkseminum á havnarlagnum í lyngklædda heiðalendinum liggur Toftavatn, sum er fjórðstørsta vatn í landinum. Her er avbera vakurt  og nógvur fuglur er í økinum, serliga um sumrarnar, tá flytifuglurin vitjar úr heitari londum. Gongugøtan kring vatnið eins og aðrir vegateinar í økinum eru eyðmerktar sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.

Kelda: visitrunavik