Stongt á Heiðavegi í samband við Eystanstevnuna

11. juni 2026

Í samband við Eystanstevnuna verður Heiðavegur stongdur hóskvøldið 11. juni kl. 17.00 og verður latin uppaftur sunnukvøldið 14. juni kl. 20.00 Stevnuøkið verður á Heiðavegi, við Gulu smiðju. Í tí sambandi er neyðugt at steingja Heiðaveg fyri gjøgnumkoyring á strekkinum frá á leið Blákrossbúðini í syðra enda og norður til Radiobúðina.

Skelting verður sett upp, sum vísir til blindveg, í báðum endum av Heiðavegi, og avsperring verður gjørd á nevndu støðum. Gjøgnumgangandi ferðslan verður beind eftir Fjøruvegnum (og Gulasteinsvegi). 

Seinastu tíðindi

11. juni 2026
Stongt á Heiðavegi í samband við Eystanstevnuna
11. juni 2026
Triatlon í Runavík og Rituvík
10. juni 2026
Stongt verður fyri vatninum á Skála
10. juni 2026
Vælkomin á Eystanstevnu