Súkklukapping á Eystanstevnu
Vegna súkklukapping á Eystanstevnu verður Heiðavegur í Saltangará, frá Effo (Heiðavegur 87) til Gerðisbrekku (Heiðavegur 72) stongdur fríggjakvøldið 12/6-26 frá kl. 19.30 - 21.30.
Fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu verður víst til Fjøruvegin. Fyri økið omanfyri, sum víst á korti, verða bilførarar biðnir um at vísa størsta varsemi hetta tíðarskeiðið.
Skeltir verða sett upp og ferðslan verður regulera av hjálparfólki á staðnum.
NÁGREINING:
Súkklað verður á einari leið runt part av Saltangará
BYRJAÐ VERÐUR: Fríggjakvøldið 12. juni kl. 20.00.
ENDAÐ VERÐUR: Síðsti luttakarin væntast í mál uml. kl. 21.30
KAPPINGARHÁTTUR: Kappingin verður skipað við felags starti.
BYRJAN: Á Heiðavegi við Effo og Vælveru í Saltangará.
MÁL: Tað verður byrjað og endað í sama stað.
TEINURIN: Startur er við Effo og súkklað verður úteftir. Síðan verður snarað niðan við ”Posthúsbrekkuna” og súkklað allan vegin niðan á Leitisveg, har tað so verður sneitt inneftir. Oman aftur gjøgnum ”Missiónshúsbrekkuna” og oman á Heiðaveg og út til Effo.
Seinastu tíðindi