Bókaklubbajól við Løkin

09. desember 2025

Bókaklubbajól verður á Bókasavninum við Løkin tann 13. desembur kl. 11.00-16.00 Dagurin er pakkaður við søguløtum, stuttligum gestum, tónleiki og nógvum góðum bókatilboðum. Allan dagin er jólaverkstova og hugnalig jólakafe. 

Skráin: 
11:15: Søguløta: Jól við Astrid Lindgren
11:45: Hundamaður vitjar
12:00: Mourits Mohr Joensen lesur nýggju bókina Djarva Sára Skinfluga
12:30: Hoyr um Bókaklubban
12:45: Søguløta: Pippi bjargar jólunum og Skrímslaveitslan
13:00: Danny Baldursson syngur jólasangir
13:30: Helena Kannuberg lesur sína søgu úr Míni jólabók 2025
13:45: Hoyr um Bókaklubban
14:00: Søguløta: Dinosauravinir - Jólagávan
14:30: Hundamaður vitjar
14:45: Søguløta: Jólini koma í Mumidalin

Allan dagin:
Jólaverkstova við ítrivum úr Míni jólabók 2025
Tekna og lita Sáru Skinflugu og aðrar bókavinir
Tekna teg sum lim í Bókaklubbanum og fá fyrstu bókina ókeypis!

 


LÍV og Smyril Line eru stuðlar hjá Bókaklubbanum og stuðla tiltakinum.

Seinastu tíðindi

09. desember 2025
Bókaklubbajól við Løkin
09. desember 2025
Trygd í hásæti: Øll starvs­fólk á dagstovnaøki­num til fyrstuhjálpar- og brandskeið
09. desember 2025
Kunning um viðtalu 4 og 5 í Heilsuøki 2 við Skálafjørðin
09. desember 2025
Eyka eykakonsert