Trygd í hásæti: Øll starvsfólk á dagstovnaøkinum til fyrstuhjálpar- og brandskeið
At duga at handla rætt í álvarsligum støðum er avgerandi partur av tryggleikanum hjá børnum og starvsfólkum á dagstovnaøkinum. Tí skipaði Runavíkar kommuna í november fyri skeiðum í lívbjargandi fyrstuhjálp og brandsløkking fyri øllum námsfrøðiligum starvsfólkum.
Í tveimum umførum vóru allir námsfrøðingar, hjálparfólk og dagrøktarar á skeið í hugnaligu kørmunum í Skótahúsinum við Løkin. Har fingu tey frálæru í fyrstuhjálp og í, hvussu ein skal handla í óvæntaðum støðum, sum kunnu koma fyri.
Í sama viðfangi, vóru starvfólkini eisini á brandskeið, har tey millum annað sløktu smærri eldar og royndu ymiska sløkkiútgerð.
Liður í stigvísari menning
Tað arbeiða umleið 150 fólk á dagstovnaøkinum í Runavíkar kommunu. Fyri tey, umframt børn og foreldur, gevur tað eyka tryggleika og ró, at vera umgyrd av øðrum ið duga fyrstuhjálp, skuldi ein neyðstøða íkomið. Fyrstuhjálpar- og brandskeiðini eru somuleiðis partur av einari stigvísari menning á dagstovnaøkinum í Runavíkar kommunu, har ljós verður varpað á trygd, fakkunnleika og arbeiðsumhvørvi.
Seinastu tíðindi

