Skála kirkja: Sofaprát og jólasangperlur 7/12 kl. 18

06. desember 2025

Jól og jólasálmar gleðast vit um á hvørjum ári, men tað er ikki á hvørjum degi, at tú fært eitt 98 ára gamalt frásøgufólk at hava jólahugleiðingar  í einum sofapráti – í kirkjuni ...

Vælkomin í Skála kirkju sunnukvøldið 7. desember kl. 18

Afturvendandi tiltakið “Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður fyri 14. ferð sunnukvøldið 7. desember kl. 18.

Góðir, kendir jólasálmar verða sungnir við fjølbroyttum, lokalum undirspæli afturvið.

Eisini fer 98 ára gamla Palma Dal-Kristiansen, yngst av 13 systkjum, sum er fødd og uppvaksin á Skála, at hava jólahugleiðingar.

Hetta verður skipað sum eitt “sofa-prát” við kirkjuráðsformannin, Asbjørn Mikkelsen.

Løtan endar við drekkamunni og rísalamangi í kirkjukjallaranum.

Hjartaliga vælkomin til hetta jólaliga tiltak, sum sjálvandi er ókeypis :)

 

Seinastu tíðindi

06. desember 2025
Skála kirkja: Sofaprát og jóla­sangperlur 7/­12 kl. 18
03. desember 2025
Fagnaðar­konsert fyri Petur Pólson – eitt kvøld til heiðurs fyri tónleikaran og yrkjaran
03. desember 2025
Røðan tá jólatræið í Skálafirði bleiv tendrað
03. desember 2025
Svar frá Løgmansskriv­stovuni