Áheitan um at rudda parkeringsøki á Skála áðrenn 1. oktober 2025

20. juni 2025

Frá 1. oktober 2025 skal stóra økið norðanfyri meinigheitshúsið á Skála bert brúkast til parkering. Biðið verður um at rudda aðrar óviðkomandi lutir, s.s. lastir, grabbar, skerv, akfør uttan nummarplátur og annað, av økinum í seinasta lagi 30. september 2025.

Eftir hetta tilskilar Runavíkar kommuna sær rættin til at burturbeina óviðkomandi lutir av økinum uttan aðra ávaring.

Víst verður til kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 7. september 2009, at ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast á almennum uttandura øki, og kann kommunan sambært § 1, stk. 2 geva boð um, at óruddið verður burturbeint til hóskandi stað. Verða boðini ikki fylgd, kann kommunan sambært § 28 í somu kunngerð beina óruddið burtur fyri eigarans rokning.

Víst verður eisini til løgtingslógarkunngerð um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31. frá 17. mars 2022, tá ið akfar ella annað verður burturbeint av almennum øki fyri eigarans rokning.

Seinastu tíðindi

11. juli 2025
Vegna summarferiu er kommunuskrivstovan stongd í tíðarskeið­num 18/­7 – 10/­8 2025
09. juli 2025
Skúli og nýggjur musikk­skúli á Glyvrum
08. juli 2025
Starvsheiðran í Náttúru­barna­garði­num Sóljuhjarta
08. juli 2025
Skráin til Fjarðastevnu 2025