Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 27. mars 2025 hevur samtykt nágreiningar í broytingum í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu ið vóru samtyktar hin 29. september 2022
Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu
Byggisamtyktin verður broytt soleiðis, at nýggjur økispartur M1 miðbýur verður gjørdur fyri miðstaðarøki, við ásetingum sum m.a. loyvir hægri nýtingarstig og hægri bygging við Fjøruveg og Gulasteinsveg.
Og at góðkend heildarætlan fyri miðbýarøki í Runavíkar kommunu frá juni 2018, útgáva 01, er partur av almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu
Dagførd byggisamtykt M1 Øki
Miðstaðarætlan
Broytingarskjal fyri økispartin M1 miðbýur
Broytingarnar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum 11. apríl til 26. mai 2025 og á heimasíðuni www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 26. mai 2025
Runavíkar býráð
Seinastu tíðindi



