Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 27. juni 2024, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.
Broyting av býarplaninum fyri Søldarfjørð
Broyting av býarplaninum fyri Søldarfjørð soleiðis, at D13 havnarøki verður víðka uml. 20 m suðureftir ímóti bátahylinum í Søldarfirði, tilsamans uml. 3.250 m2
Uppskot til broying av býarplaninum fyri Søldarfjørð
Broyting av býarplaninum fyri Søldarfjørð/Lambareiði
Broyting av býarplaninum fyri Søldarfjørð/Lambareiði, sum umfatar eitt D10-vinnuøki, uml. 1.500 m langt og uml. 100 m breitt, frá oljutangunum í Søldarfirði, matr. nr. 88c, og suður til Lambareiði.
Framtíðar bryggja suður móti Lambareiði
Broyting í býarplaninum fyri Skálafjørð
Broyting býarplaninum fyri Skálafjørð soleiðis, at verandi 1.700 m2 stóra C25 øki til almenn endamál, á matr.nr. 10a við Mýrusnípuveg, verður broytt til B25-bústaðarøki og at 3.200 m2 eystan fyri Skálafjarðarvegin, á matr. nr. 300a, verður broytt frá E1-landbúnaður, innangarðs til nýtt C25 øki til almenn endamál.
Uppskot til broyting - Nýtt øki til bønhús í Skálafirði
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
frá 1. juli til og við 19. juli 2024
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 14. august 2024.
Runavíkar býráð