Dagligur leiðari søkist til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

15. november 2023

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum framsøknum leiðara/ málsviðgera til hetta starvið. Evsta markið fyri at lata umsóknir inn er hin 01. desember 2023, og ætlanin er, at viðkomandi, ið settur verður, byrjar í starvinum hin 15. desember 2023.

Hetta snýr seg um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Uppgávurnar hjá Barnaverndartænastuni fevna m.a. um at menna tænastu, málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin. Ein partur av virkseminum er eisini at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis – fyri at hesi kunnu hjálpast til ein tryggan uppvøkstur.

MEGINUPPGÁVURNAR Í STARVINUM ERU:

- at hava leiðsluligu og fakligu ábyrgdina av Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, soleiðis, at hendan til eina og hvørja tíð verður dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur.
- at virka sum leiðari hálva tíð og málsviðgeri hálva tíð.
- at luttaka á leiðarafundum á Barnaverndarstovuni og øðrum viðkomandi fundum við samstarvsfeløgum.
- at hava ábyrgd av fakligu menningini í Barnaverndartænastuni.
- at hava ábyrgd fyri trivnaðinum í Barnaverndartænastuni.
- at hava fíggjarliga ábyrgd av játtanini hjá Barnaverndartænastuni.
- at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum.
- at hava ábyrgd av, at tilmælir til Barnaverndarnevndina eru fakliga væl undirbygd.
- at hava ábyrgd av at Barnaverndarlógin, Fyrisitingarlógin v.m. verða fylgdar.
- at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum.
- at hava ábyrgd av tvørfakliga samstarvinum.
- at hava ábyrgd av hagtalsskipanini.

VIT VÆNTA, AT UMSØKJARIN HEVUR:

viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir, sum eru viðkomandi í mun til barnaverndarøkið.
góð samstarvsevni, er fleksibul og ikki minst eigur samstarvsvilja í sær.
virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina.
í sær evnini at vera ábyrgdarfullur, miðvísur og kann arbeiða sjálvstøðugt evnini at vera positivur og førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir.
 

 

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.


Søk starvið í seinasta lagið 1. desember HER

 

BVS tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt at lýsa starvið av nýggjum.
 
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra, á telefon 237015, ella til verandi leiðara, Jenny Petersen, á telefon 417096.

_______________________________________________________________________

Sjóvar, Nes-, og Runavíkar kommuna reka felags barnaverndartænastu, sambært § 4, stk. 1, 4, 5 og § 6, stk. 2, í Barnaverndarlógini. Barnaverndartænasta er at skilja sum felags barnaverndarnevnd og felags barnaverndarumsiting, sambært § 6, stk. 2, í lógini.

Tær tríggjar kommunurnar undirskrivaðu fyri fáum árum síðan nýggja avtalu um barnavernd, sum er góðkend av Almannamálaráðnum. Sambært avtaluni verður Barnaverndarumsitingin skipað sum ein sjálvstøðug eind, ið skal stjórnast av einum leiðara, sum hevur ábyrgd av dagligu fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluni. Roknað verður við, at dagligi leiðarin - part av avbeiðstíðini - virkar sum málsviðgeri.

Samlaða játtanin til Barnaverndartænastuna er í fíggjarárinum 2023 áleið 11 milliónir krónur. Tænastan var skipað sum sjálvstøðug eind í 2017. Umráðandi er, at leiðslan fyri tænastuna, politisku skipanirnar í teimum trimum kommununum og fíggjarligu heimildirnar ganga hond í hond. Tí krevst neyv fíggjarstýring innanvert karmarnar av lóggávu, kunngerðum og fíggjarætlan.

Barnaverndarumsitingin ger nýtslu av umsitingarligu skipanunum, t.d. journal-, bókhalds- og telefonskipanini, hjá Runavíkar kommunu. Í øðrum viðurskiftum enn barnaverndarmálsviðgerðum vísir Barnaverndarumsitingin til borgarstjóran í Runavíkar kommunu, sum er ovasti fyrisitingarleiðari og er bindilið millum kommunurnar í samstarvinum. Felags barnaverndarnevnd er fyri alt økið, hon verður vald av nýggjum eftir at kommunuval hava verið, og í høpinum er eisini ein stýrisbólkur, mannaður
við teimum trimum borgarstjórunum, ið skal stjórna gongdini í samstarvinum, leggja fíggjarætlanir, tryggja at árligu játtanirnar verða hildnar, og at hava eftirlit við, at starvsfólkaorka og starvsfólkaviðurskifti eru nøktandi til at fremja góða og nøktandi barnaverndarmálsviðgerð.

Seinastu tíðindi

28. november 2023
FÆ2024
15. november 2023
Dagligur leiðari søkist til Barna­verndar­tænastuna við Skálafjørðin
09. november 2023
2 SPENNANDI STØRV
á Teknisku deild í Runavíkar kommunu
- sum samskipari og tekniskur málsviðgeri
29. november 2023
Skatta­listin fyri 2022