Jólatræið á Skála

30. november 2022

Lis Sørensen, røða á Skála, tá jólatræið varð tendrað 26.11.2022

Gott kvøld øll somul, bæði stór og smá, Skálafólk og gestir.

Tíðin flýgur. Nú standa vit aftur her. Við hetta stóra perupyntaða jólatræið mitt í bygdini, við tí vøkur stjørnuni á toppinum. Betlehems-stjørnuni, sum nøkur siga. Hetta er eitt sera vakurt jólatræ, sum vit øll eiga í felag.

Eg veit ikki, hvat tit hugsa, ella hvønn týdning tit leggja í eitt jólatræð? Men fyri meg kann eitt jólatræ hava fleiri ymiskar týdningar. 

Alt mítt lív, heilt frá barnsbeini av, hava vit havt jólatræ heima. Fyrst í stovuni hjá okkum heima í Stoffalág í Havn og nú mítt vaksna lív uppi hjá okkum á Hórheiðum her á Skála, eitt jólatræ inni og eitt uttanfyri. 

Eg minnist, at tá ið eg, sum smágenta, kom upp tíðliga jálaaftansmorgun, stóð jólatræðið so flott pynta í stovuni. Mamma og babba høvdu pyntað jólatræið, aftaná at vit systkini vóru farin í song lítla jólaaftans kvøld. Og so stóð tað bara har, flott og ævintýrliga vakurt pyntað jólaaftans morgun. Har vóru kræmarhús og flættaði hjørtu, sum vóru full í bommum. Reyðar jólakúlur. Smáir einglar. Føroysk fløgg. Glimmur og glitur. Og ikki minst øll tey lítlu jólaljósini. Ovast á toppinum var ein stjørna. Tað var heilt magiskt í mínum barnasinni. Undir trænum var ein rúgva av pakkum. Á denn gleði og spenningur. Tí NÚ vóru jól, í hvussu er heima hjá okkum í Stoffalág. 

Vit systkini sluppu at pakka EIN pakka upp í part um morgunin. Bara ein. Restin skuldi goymast til um kvøldið. So tað ráddi um at velja rætt. Vit valdu í hvussu er ikki ein bleytan pakka, tað tímdu vit ikki. Pakkin skuldi vera harður. Eg tímdi ikki altíð at velja sama pakka, sum systur mín, ið bara er 1 ár eldri enn eg, tí vit fingu ofta akkurát tað sama í jólagávu. So eg lat bara hana velja fyrst, tí so kundi eg síggja hvat var í pakkanum og síðani taka støðu til, um eg skuldi opna tann sama sum hon ella ein annan. 

Seinni kom jólamaðurin á vitjan og gav okkum enn ein pakka í part. Eg minnist, at einaferð legði Rói, lítlibeiggi, merki til, at jólamaðurin brúkti akkurát sama slag gummistylvar sum Palli, grannin hjá okkum í Stoffalág. TAÐ var løgið, hildu vit.

Jóladøgurðin heima hjá okkum var dunna ella gás við øllum hugsandi tilhoyri. Og rísalamende við reyðari sós omaná. Aftaná jóladøgurðan samlaðust vit øll rundan um jólatræið. Jólaevangeliið varð lisið upp og vit pakkaðu restina av pakkunum upp saman sum familja. Ein rík og hugnalig tíð. Góð barnaminnir.

Á ungdóms árum hitti eg ein fittan Skáladrong, Jóhan, sum seinni bleiv maður mín. Hann hevur somuleiðis góð barnaminnir frá sínum barndómsjólum. Tey eru bara slett ikki líka sum míni.

Heima hjá Jóhan og teimum her á Skála høvdu tey eisini jólatræ. Jóhan og beiggjarnir sluppu at verða við til at pynta jólatræið. Allarhelst hevur tað verið líka vakurt sum okkara í Stoffalág, ella í hvussu er í teirra eygum. Jóhan og tey høvdu eisini jólagávur undir trænum, sum tey øll pakkaðu upp saman sum familja aftaná jóladøgurðan. Jóladøgurin hjá teimum á Skála var ræstur fiskur og speril. Omaná ótu tey heitan rísingreyt við kanelsukur og reyðari saft. Ein rík og hugnalig tíð fyri Jóhan.

Tá ið vit so byrjaðu at fáa okkara egnu familju, vóru tað vit, sum skuldu skapa okkum okkara egnu jólatraditiónir.  Eg má viðganga, at tað var við sindur av sjabbi og togtogan aftur og fram, tí vit halda jú øll, at okkara egnu barndómsjól eru tey bestu í verðini. Soleiðis var tað í hvussu er hjá okkum báðum. Men tíbetur funnu vit eitt felags stev. Hetta var eisini ein hugnalig og spennandi tíð. At skapa jólatraditiónir, sum okkara børn vónandi kunnu minnist aftur á við gleði. Jólatræ, jólamenn og jólagávur eru sjálvandi partar av jólatraditiónunum. Og ikki at gloyma jólaevangeliið.

Jólaevangeliið, sum fortelur okkum um stórstu gávuna okkum er givin: Jesusbarnið. Hetta er jú grundin til, at vit halda jól. Tí at Jesus bleiv føddur inn í hendan heim, sum eitt lítið barn.  Í Betlehem í Ísrael. Fyri 2022 árum síðani.

Í september mánaða í ár, var eg so heppin at sleppa við føroyskum ferðalagi til Ísrael. Ímillum mongu spennandi støðini í Ísrael, vitjaðu vit sjálvandi eisini bæði Nazaret og Betlehem. Satt at siga fingu vit alt jólaevangeliið í 3D. 

Sjálvandi er Jesus høvuðspersónurin í jólaevangeliinum. Jesus, sum er heimsins frelsari, okkara Himmalsi faðir. Men í dag fari eg at hugleiða eitt sindur um eina megnar kvinnu, Mariu, mammu Jesusar. Eg havi altíð verið hugtikin av Mariu. Ungu Mariu, sum fekk eina so stóra uppgávur her á jørð, at ganga við, føða og uppala Jesus. Maria var ein kvinna, sum lærir okkum um lýdni.

Fyri 2022 árum síðani var ein ung genta, ein tannáringur, sum æt Maria. Maria búði í Nazaret í Galilea í Ísrael. Hesa tíðina búðu bara umleið 300 fólk í Nazaret, so bygdin var minni enn helvtin av Skála bygd. Har livdi Maria sítt vanliga bygdalív saman við foreldrum og systkin sínum. Maria var trúðlovað Jósefi, sum var ættaður úr Betlehem, men búði í Nazaret, har tað var lættari hjá honum at fáa arbeiði sum timburmaður. Sjálvt um Maria var ein blaðung, fátøk og ólærd bygdargenta úr lítlu bygdini Nazaret, var hon heilt serlig. Maria var útvald millum allar aðrar kvinnur í verðini. Maria var útvald til at føða Guds son. 

Í Lukas evangeliið kap. 1, vers 28 – 32 stendur: “Eingilin kom til hennara og segði: “Heil, tú náðaða! Harrin er við tær; signað ert tú millum kvinnur!” Ræðsla fall á hana, av orðum hansara og hon hugsaði um, hvat hendan heilsa mundi hava at týða. Tá segði eingilin við hana: “Óttast ikki, Maria! Tú hevur funnið náði hjá Gudi. Nú skalt tú verða við barn og eiga son; Hann skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og kallast Sonur Guds hins Hægsta."”

Og í vers 38 stendur soleiðis: “Tá segði Maria: "Eg eri tænastukvinna Harrans - mær verði, sum tú hevur sagt!"

Eg veit ikki, hvussu er við tykkum ungu gentum og kvinnum, sum eru her í dag, men eg vænti ikki, at eg hevði megna at verið so lýðin, sum unga Maria úr Nazaret var. Maria hevur heilt víst verið ein ótrúðlig ung kvinna, heilt serstøk. 

Skjótt fór tað at síggjast, at Maria var vorðin við barn. Ikki bara við onkrum barni, men við sjálvum Jesusi, Guds soni. Í hesum døgum var tað ein øðilig skomm at verða við barn uttanfyri hjúnarlag. Skomm fyri kvinnuna sjálva og skomm fyri alla familju hennara. Afturat skommini, kundi kvinnan vænta at verða útstoytt úr familjuni, síni egnu familju, og enntá úr øllum samfelagnum. 

Men Maria var ein sera trúgv og lýðin ung kvinna. Eg kann ímynda mær, at tað hevur verið sera hart hjá Mariu hesa tíðina. Eg kann eisini ímynda mær, at fólk hava flent eftir henni, tá ið hon hevur fortalt, at hon var blivin gitin av Heilaga Andanum og at barnið hon bar undir belti, var sonur Guds. Eg kann hugsa mær, at fólk hava teska og slatra um Mariu, gjørt gjøldur burturúr henni og kanska enntá happa hana. Men tíbetur trúði og stuðlaði Jósef henni. Eisini familja hennara stuðlaði ungu Mariu, tíbetur.

Tá ið Maria var komin langt í barnsburinum, kanska eini 8 mánaðar, vóru hon og Jósef noydd at fara til Betlehem. Fólkateljing skuldi verða í landinum og av tí at ættin hjá Jósefi var úr Betlehem, máttu tey fara hagar. 

Úr Nazaret og til Betlehem eru ímillum 110 og 130 km., alt eftir hvørja leið ein velur. Hetta er umleið tað sama sum av Skála til Havnar og aftur til Skála – allso eftir gamla vegnum. Maria og Jósef gingu alla hesa longu ferð. Við sær høvdu tey ein asna, sum kundu bera viðføri og matin, tey høvdu við á ferðini. Av og á kundi Maria sita og hvíla seg á asnanum, men tað má hava verið sera lítið hugaligt at sita á einum asnabaki, tá man er ein næstan fullgingin barnakona. Nei, ikki kann tað hava verið lætt hjá Mariu. Eg kann bara ikki ímynda mær, hvussu strævið tað hevur verið fyri hana, at ferðast alla hesa longu leið, í øllum hitanum í Ísrael, samtíðis sum hon var við barn.  

Komin til Betlehem átti Maria barnið, sonin, ið fekk navnið Jesus. Vit lesa í Lukas 2, vers 6-7: “Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga. Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu.”

Ikki hevur Maria verið á nakrari hugnaligari, sterilari føðistovu, tá hon átti Jesus. Nei, hon hevur nokk átt hann í einum helli. Kanska púra einsamøll. Í hesum døgum í Ísrael var vanligt, at djórini, seyður, geitir og asnar, hildu til í hellum ella holum, sum vóru høgdar inn í grótið. Vit lesa, at Maria ballaði Jesus og legði hann í eina krubbu.  Sum mamma, hevur Maria allarhelst vilja lagt sítt elskaða barn, Jesus, í tað besta og reinasta staðið, hon hevði til taks, og tað var ein krubba. Hugsi tykkum til! 

Frá hesum hugleiðingum um Mariu, fari eg aftur til jólatræið. 

Sum sagt, veit eg ikki hvønn týdning tit legga í eitt jólatræ. Men fyri meg kann eitt jólatræ hava fleiri ymiskar týdningar.

Fyri meg, er jólatræið ein týdningarmikil partur av adventstíðini og jólunum. Jólatræið lýsir so vakurt hesa myrku ársins tíð. Jólatræið, sum er við til at gera okkum hesa tíðina so hugnaliga og jólaliga. Harafturat ber jólatræið boð um, at vit skjótt fara at ganga ímóti ljósari tíðum.

Jólatræið kann eisini verða ein ímynd av, við sínum tjúkka buli og mongu greinum, at vit øll eru partur av einum og sama felagsskapi, Skála bygd. Bulurin, ið er Skála bygd og greinarnar, sum eru vit øll, ið búgva her. Greinarnar vaksa út úr bulinum, í ymiskar rætningar, allan vegin upp gjøgnum bulin, í ólíka støddum, á ymiskum hæddum og nakrar eru kanska eitt sindur skeivar ella defektar, men tilsamans er jólatræið fullkomið. Ljósini á greinunum kunnu bera boð um, at vit eiga at verða sum smá ljós fyri hvønn annan, soleiðis at vit eru við til at fjálga um lívsgleðina hjá hvør øðrum. Vit hava jú øll, hvør á sín hátt, ávirkan á og ábyrgd av, at vit øll trívast her og hava tað gott. Ikki bara á jólum, men hvønn einasta dag í árinum. TÁ blívur TAÐ træið allar flottast. 

Síðst, men ikki minst, minnir jólatræið meg á jólaevangeliið. 

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða og hugnaliga adventstíð og eini gleðilig jól. 

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu