Tendrað í jólabygdini

28. november 2022

- røða sum Kára Løkin helt í Æðuvík, tá jólabygdin varð tendrað.

Í dag er fyrsti sunnudagur í advent og aftur í ár eru vit samlaði, nú jólabygdin verður tendrað, her í Æðuvík.

Eg vaks upp í sera vakrari náttúruperlu við Toftavatn, men tá ið eg í 2002 byrjaði at starvast her í Æðuvík, í Náttúrubarnagarðinum Víkin, var tað, sum at ein nýggjur náttúruheimur lat seg upp fyri mær.

Eg sá og upplivdi, á so mangan hátt, tey átta árini eg arbeiddi her, hvussu náttúruvakurt staðið her í veruleikanum er.

Her eru áir, lágir, gil,
vøtn, bakkar, grønir slættar og vítt er um heiðalendi.
Fjøra og vík, framúr
opið út á hav og frítt útsýni.

Tíðliga á várið, og langt út á summari, láta alskyns fuglar
hvør við sínum lag,
meðan tey bæði æðan og blikurin eru her alt árið!

Hóast tey myrku skýggj koma á okkara leið
so vaknar sólin, nýggj, hvønn ein morgun í havsbrúnni.

Hon litar himmalhválv, fjøll og hav við ljósum litum,
til tíðir fagrir reyðir litir, sum hita mangt eitt hjarta og sinn !

Hetta vakra er ikki nakað tú upplivir aðrastaðni í Føroyum, legg til merkis, her verður eisini ljóst, tímar áðrenn tað gerst ljóst, flestu aðrastaðni í landinum.

Veit ikki um eg eri góðvarin, ella bara velji at síggja tað góða í menniskjanum, men fólkið ið her býr, eru fólk, sum eru sera vinarlig, blíðlig, jalig og løtt í sinni.

Lyndið er háttað soleiðis, at næstan alt letur seg gera, og eru forðingar á vegnum og alt ikki gongur eftir vild, ja so er bara at royna enn einaferð!

Tað var so deiligt, tá ið avgerð var tikin fyrst í 2000, um at gera Æðuvík til nakað heilt serligt á jólum.

Tað var so spennandi at fylgja við, hvussu øll í sínum lag, gjørdu alt fyri at hetta kundi gerast til veruleika.

Sum fráleið, lýsti ljósið í hvørjum króki og yvir allari bygdini!

Stjørnan bjarta, einglar, hirðar, Jósef og Maria og Jesubarnið í krubbu, og annað sum hoyrir jólahátíðina til.

Uttanfyri Hanusarhús, har Jóannes og Hanus búðu, var pynta við stórum ljósum lyktum, á ketu, eftir øllum gelendaranum. Stjørnan og stakarnir í vindeyganum hjá Sofusi.

Hjá Esther var væl pyntað við ljósketum, alt skein so bjart!

Hirðarnir á markini, yvir av hjá Pedda og Miu, stóri eingilin nærum breiddi sínar veingir yvir í túnið hjá Helenu og Jógvan Eliasi.

Fjósið á fløtuni hjá Sannu og uppi á Heygnum, hjá Katrinu og Ásmund lýsti skeltið gleðilig jól, ja, eg kundi hildið áfram at nevnt tykkum øll. Tað var jú so hugnaligt og tað gjørdist so deiliga lætt at koma í gjøgnum vetrardagarnar í desember- og januarmánaði.

Heilaga jólanátt, loft var blátt,
tá tók á himnaboga at loga,
ein stjørna bjørt, sum eingin, fyrr makan hevði sæð
tað hoyrdist sús av veingjum, eitt fagurt einglalag
og hirðar undrast sára, ein lýsti glæman klára
um einglarnar, ið tá sungu teimum hjá.

Eingilin segði við hirðarnar: "Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids. Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu." Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði: "Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!"

Hetta hendi fyrstu jólanátt, og síðani hava jólini verið hildin, sum hátíð, tí eisini tá var okkum ein frelsari føddur. Men hitt besta er, at soleiðis, sum tað ljóðaði frá einglunum til hirðarnar, við Betlehem, soleiðis ljóðar tað eisini til okkum, enn í dag.

Hetta var ikki bara tann fyrsta jólanáttin, men eisini tann fyrsti jólasálmurin, sum sungin var, hesa nátt, av tí stóra himmalska herskarðanum av einglum.

Tá ið tað er stjørnuklárt, og jólastjørnan sæst skyggja so bjart á himmalhválvinum, er tað ikki sørt, at ein kennir farran av Betlehems staðið her í Æðuvík.

Friðurin og fløturnar og ljósið, sum minnir okkum á hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju og sum kom í heimin.

Tað ljósið sum skínir, á myrkum stað, inntil lýsir av degi og hin sanna morgunstjørnan rísur í hjörtum okkara!

Jesus sigur: Eg eri rótskot og av ætt Dávids, - hin bjarta morgunstjørnan.

Fólkið her í bygdini, hevur gjørt og ger framvegis eitt megnar arbeiði, tit gera alt fyri at góður trivnaðir og hugni skal verða ímyndin av Æðuvík, og at fólk skulu trívast og støðast her.

Tit eru nú eisini so heppin, at tað eru júst tit, sum búgva her, tí hetta er jú tykkara staður. Og tykkar stað kom eg eisini sjálv at elska, og royni eg at fáa onnur at gera tað sama!

Jólagleðin sum Alex Bærendsen hevur gjørt orð og lag til sigur

“Onki kann sum jólagleðin,
spenna gleðihørpustrong,
jólatíðin gevur megi,
fær øll at syngja gleðisong.

Stilli, stormur, sakar ei,
um vit fara jólaleið!
Vit ynskja lýða Jesu orð,
í himli sita við Hans borð.

Gleðilig jól,
Kongur konga føddur er,
einglasongur boðini ber,
gleðiboð um alla verð!

Við hesum vil eg ynskja tykkum, øllum somlum, eini góð og hugnalig jól, og at í hvørt eitt hjarta tungt og myrkt, tín glæma lýsi blíð, ein glæma av Guds kærleiks lind, í hesi jólatíð!

 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
12. apríl 2024
Runavíkar havn 2023
10. apríl 2024
Stongt verður fyri vatninum í Søldarfirði
08. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu