FÆ2023

06. november 2022

Hóskvøldið samtykti Runavíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2023, hetta var 1. viðgerð, og onnur og endaliga viðgerðin verður á almenna býráðsfundinum hin 24. november. Kommunala skattatrýstið í Runavíkar kommunu verður 21½ % - hitt sama sum í verandi ári (2022). Virðið á Spjaldrinum, frítíðarkortinum, ætlað undgdóminum úr 6 til 18 ára aldur, verður framhaldandi 2.500 krónur fyri hvønn einstakling. Hildið verður fast við skipanina ansingini viðvíkjandi, soleiðis, at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Nakrar smærri dagføringar, samsvarandi almenna prísvøkstrinum, vera gjørdar í foreldragjøldunum og barnafrádrátturin verður hin sami sum í 2022 – 8.000 krónur, sum er millum teir hægstu í landinum.
 
Fíggjarætlanin fyri 2023 javnvigar við 270 milliónum krónum.
 
Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 8,3 mió. kr., ongi lán verða tikin upp í 2023 sambært ætlanini, men tá ið ein partur av svimjihøllini skal lánfíggjast, verður nú farið undir at fyrireika ta lántøkuna. Virkisliga javnsvarandi við árið 2022 hækkar raksturin við 3,2%´um, men av nýggjum virksemi, fólkavøkstri, lønarhækkingum og tá hædd er tikin fyri einum nógv broyttum orkukostnaði, er samlaði vøksturin í rakstrinum 5%.
 
Í løtuni (pr. 30. september 2022) svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til eina góða hálva álíkning.

Fríggja- og leygardagin, hin 28. og 29. oktober, sat býráðið á fyrireikandi arbeiðsfundi á Mølini í Skálavík – til tess at fáa smíðaða eina ætlan fyri næsta fíggjarárið. Á drúgva fundinum – yvir tveir sólarringar – samdust øll tey 10 møttu umboðini um uppskotið, sum síðan var viðgjørt á fíggjarnevndarfundinum miðvikudagin og lagt fram og viðgjørt á býráðsfundinum hósdagin í vikuni. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlag undir uppskoti og orðaskifti, og tikið varð undir við uppskotinum til FÆ2023 uttan broytingar. Onnur og endaliga viðgerðin verður sum omanfyri nevnt hin 24. november 2022.
 
Samsvarandi FÆ2023 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 71,2 mió. kr. í árinum sum kemur. Nakrar íløgur eru tengdar at sáttmálum og avtalum so sum Svimjihøllin og Fjøruvegurin. Av øðrum kunnu nevnast ábótir/nýbygging, spælipláss, graslíki á Skála, miðbýarætlan, spillivatn, vegir, havnagerð í Søldarfirði, byrjan til nýggjan bátahyl undir kirkjugarðinum á Skála, ítróttarhús í Runavík, bátabrúgvar í Runavík, skúlin í Elduvík, skipan av økinum norðanfyri Gulu smiðju og fyrireikingar til nýggja skúlabygging og átøk á ansingarøkinum (íløguskráin kann lesast niðanfyri.)
 
Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2023 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næstu fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Alt eftir hvussu kvik ella sein ið gongdin í svimjihallarverkætlanini verður, kann tað kortini gerast neyðugt at taka upp lán í næsta fíggjarári – undir øllum umstøðum verður farið undir at fyrireika hesa lántøkuna alt fyri eitt. Tað ber ikki til at læna til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum. Ein kommuna á stødd við okkara kann illa fremja meiri enn eina stóra verkætlan um eina og somu tíð. Munnlig semja er millum býráðslimirnar um, at vit eiga at gjalda á leið 100 mió. kr. av svimjihøllini við eginfígging í árunum 2023/24/25 og at læna tær 65 mió. kr. sum tá resta í kostnaðin.

Fíggjarkarmurin
 
Inntøkur:

Skattur 227.000.000 kr.
Eftirlønarskattur v.m. 43.000.000 kr.
Total  270.000.000 kr.


Útreiðslur:

Rakstur 183.500.000 kr.
Íløgur – ársfíggjaðar  71.200.000 kr.
Rentustuðul 2.500.000 kr. 
Egnar rentur  4.500.000 kr.
Avlop í FÆ2023 8.300.000 kr.
Total 270.000.000 kr. 

 

Raksturin skipaður á økjum 

Kommunal fyrisiting 16.640.000 kr.
Almannamál 69.157.000 kr.
Børn og ung 41.023.000 kr.
Undirvísing 16.773.000 kr.
Mentamál 14.736.000 kr.
Teknisk mál 19.114.000 kr.
Kommunal virki 6.057.000 kr.
Total 183.500.000 kr.

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva góðar 10 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2023.
 
 
Íløgurnar skrivaðar á øki

Skála søga 100.000 kr.
Heilsumiðstøðin í Runavík 150.000 kr.
Fyrireiking av nýggjum dagstovni  150.000 kr.
KT í skúlanum 200.000 kr.
Ætlan fyri skúlabygging 300.000 kr.
Ungdómshús á Skála  200.000 kr.
Kykmyndaætlan 300.000 kr.
Fornminni 250.000 kr.
Krígsminni í Søldarfirði (ætlan) 100.000 kr.
Ætlan um ítróttarhús í Runavík 1.500.000 kr.
Graslíki á Skála 3.000.000 kr.
Svimjihøll 30.000.000 kr.
Kommunal nátthús (Søldarfirði) 300.000 kr.
Gula smiðja (útiøkið)  1.500.000 kr.
Bygdarhús í Skálafirði (stuðul) 300.000 kr.
Gamli skúli í Søldarfirði 500.000 kr.
Skúlin í Elduvík 1.000.000 kr.
Ábøtur og umvælingar 5.700.000 kr.
Spælipláss (íløga)  550.000 kr.
Spælipláss (eftir umsókn) 250.000 kr.
Spælipláss í Leitinum 1.000.000 kr.
Standmynd í Funningi 200.000 kr.
Gøtur við Prestá 150.000 kr.
Fríøki í Oyndarfirði 150.000 kr.
Vetrarfriðing Funningsfj./Elduvík 300.000 kr.
Miðbýarætlan 2.000.000 kr.
Útstykking 500.000 kr.
Vinnustykkir (Ritvík, Skf., Søldarfirði)  1.000.000 kr.
Kirkjugarðar (Rituvík)  1.200.000 kr.
Vatnverk í Funningsfirði  1.500.000 kr.
Spillivatn 3.000.000 kr.
Vegir og økir (Gerðisvegur) 1.500.000 kr.
Heildarætlan (Leitisvegur) 100.000 kr.
Gamli vegur (Oyndarfjørður – við kirkjuna) 200.000 kr.
Gøta við Toftavatn 150.000 kr.
Ljós – Skúla- og Garðagøta í Søldarfirði  100.000 kr.
Strond við vøggustovu í Søldarfirði 200.000 kr.
Akfør og maskinaboð 650.000 kr.
Rampa, bryggja og umvælingar – Rvk havn 1.000.000 kr.
Fjøruvegurin 5.000.000 kr.
Havnagerð í Søldarfirði  1.900.000 kr.
Bátabrúgvar í Oyndarfirði  200.000 kr.
Umvæling av gomlu kei í Oyndarfirði 200.000 kr.
Bátahylur á Skála – kirkjugarður  1.000.000 kr.
Glyvra strond 150.000 kr.
Bátabrúgvar í Runavík 1.500.000 kr.
Total 71.200.000 kr.


Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
19. apríl 2024
Vinnarar­nir av ársins skrivikapping
19. apríl 2024
Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl
18. apríl 2024
Ruddingardagur 2024 - Fá kommununa at skína til Mentan­arvikuna