Fjøruvegur í Rituvík

28. september 2022

Á fíggjarætlanini fyri verandi ár hevur Runavíkar býráð raðfest at bøta um Fjøruvegin í Rituvík – frá Rituvíksvegnum oman til kirkjuna – og at gera støðupláss til akfør í økinum.

Tveir sáttmálar eru gjørdir hesum viðvíkjandi í dag.

Rúni Petersen, Spf. JHR Entreprenørar, og borgarstjórin undirritaðu sáttmála um gerð av støðuplássi v.m. við kirkjuna. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum avgrevstur, brekking/spreinging og burturkoying. Gerð og uppfylling av parkerings øki við kantsteinum, grótlaðing og skráum. Avvatning við vegbrunnum- og ristum og rørarbeiði. Avvatning við rørum av økinum omanfyri. Regnvatnsrør skulu eisini leggjast um Fjøruvegin til eina á í økinum. Ljósmastrar skulu takast niður og aðrar setast upp við fundamentum og kaðalarbeiði. Gøtan í økinum skal flytast nakað og stik og stálportur skulu setast upp í hesum viðfanginum.

Eyðun Magnussen, Spf. Kreton, og borgarstjórin undirritaðu sáttmála um asfaltering av økinum frá avkoyringini frá høvuðsvegnum oman í túni frammanfyri kirkjuna. Alt arbeiði verður liðugt seinri í ár.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík
23. apríl 2024
Mentan­arvikan í Runavíkar kommunu er skotin væl í gongd
22. apríl 2024
Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? - BEINLEIÐIS