Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

05. september 2022

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hin 30. juni 2022 og hin 1. september 2022, hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu.

Broyting av býarplaninum fyri Æðuvík
Býarplanurin verður broyttur soleiðis at, at uml. 300 m2
av matr. nr. 1i í Æðuvík í nýggju
útstykkingini við Lítlatún verður broytt frá E1 og E2 landbúnaður til B24 bústaðarøki

Uppskot til broying av býarplaninum við nýggju útstykkingina í Æðuvík
Býarplanur - Æðuvík

Broyting av býarplaninum fyri Glyvrar
Býarplanurin verður broyttur soleiðis, at partur av verandi Bakkavegi og partur av E1-økinum
matr. nr. 80a og 68a, vestan fyri nýggja Bakkavegin/Fjøruvegin, verður broytt til A1-
mistaðarøki. Samlaða víddin á økinum er uml. 5.300 m2

Uppskot til broying av býarplaninum við nýggjum A1-øki vestanfyri nýggja Bakkavegin/Fjøruvegin.
Býarplanur - Glyvrar

Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í
tíðarskeiðnum frá 5. september til 17. oktober 2022 og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 17. oktober 2022.

Runavíkar býrá

Seinastu tíðindi

20. september 2022
Broyting í upplatingartíðu­num á ruskplássunum
12. september 2022
Kaja borgar­stjóri
09. september 2022
Mentanarsam­skipari til Runavíkar kommunu
08. september 2022
Sig frá um tú sært rottu