Kunngerð um broyting av Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 5. mai 2022 og 2. juni 2022 hevur samtykt broytingar í býarplaninum fyri Runavíkar kommunu
Broyting av býarplaninum fyri Oyndarfjørð
Umleið 950 m2 av A6-miðstaðarøki, matr. nr. 173 og 174 við Ovara vegi í Oyndarfirði, verður broytt til B35-bústaðarøki.
Uppskot tik broyting av býarplaninum í Oyndarfirði
Broyting av býarplaninum fyri Saltangará
Umleið 1.320 m2 av B-bústarøki matr. nr. 168d og og partur av 168a, Heiðavegur 65 í Saltangará, verður broytt til C9-øki til almenn endamál
Uppskot til broyting av býarplaninum í Saltangará
Broytingarnar í býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 8. juni 2022 til 20. juli 2022 og á heimasíðuni www.runavik.fo
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. juli 2022.
Runavíkar býráð
Seinastu tíðindi



