
#ruddastubbar
16. mai 2022
Sigarettstubbar eru nakað av tí, sum rudda verður mest av á ruddingardøgunum í Føroyum.
Í ár er Runavíkar kommuna við í átakinum #ruddastubbar.
Frá 10. – 22. mai verða stórir stubbar settir upp framvið á Heiðavegi, í sambandi við, at árligi ruddingardagurin verður í kommununi leygardagin 21. mai 2022.
Við hesum átaki verður rudding av stubbum sett í brennidepilin, og vónandi enda nógvir stubbar í stóru stubbarørunum í staðin fyri á gongubreytini.
Seinastu tíðindi

02. juli 2022
Yvir dalar og fjøll

29. juni 2022
Føroyaleikir í Runavíkar kommunu í vikuskiftinum

28. juni 2022
Rottangatøming á eystara armi á Skálafjørðinum

24. juni 2022
Víðka bryggjuna í Funningsfirði